Nýggi Liverpool málverjin, Allison, gjørdist í farnu viku heimsins dýrasti málmaður, tá Liverpool fyri góðar 500 milliónir krónur keypti málverjan leysan úr italska felagnum Roma.
Og tað er líkt til, at danska felagið, FC Keypmannahavn, fær ágóða av søluni av Allison. Tí sambært svenska blaðnum, Aftonbladet, verður svenski landsliðsmálverjin og núverandi FCK málmaðurin, Robin Olsen, avloysari hjá Allison í AS Roma.
Aftonbladet skrivar, at bæði FC Keypmannahavn og AS Roma eru samd um prís fyri svenska málverjan, ið AS Roma rindar umleið 120 milliónir krónur fyri.
Tað er serliga HM-endaspælið í Russlandi, ið hevur hækkað prísin á svenska FCK málverjanum, har Robin Olsen var lyklaleikari hjá Svøríki, sum spældi seg í fjórðingsfinaluna. Robin Olsen verður væntandi kunngjørdur í AS Roma í hesari vikuni.