Ungarski málverjin í FC Keypmannahavn, Balázs Rabóczki, vil sleppa at spæla fyri eitt annað felag sum skjótast. Hann hevur seinastu tíðina verið eykamálverji í FCK, og tað er hann troyttur av.
? Eg tími hetta ikki meira. Eg royni nú at sleppa burtur frá FCK sum skjótast, og eg vóni, at kann fáa loyvi til tað. Eg havi fleiri ár eftir av sáttmálanum enn, men hetta bar ov tyngjandi fyri meg, sigur Rabóczki við Ekstrablaðið.
Hann sigur, at venjarin hjá FCK, Hans Backe, í longri tíð hevur ignorera hann.
? Hann tosar við allar spælararnar í hópinum uttan meg. Hann hyggur ikki upp á meg, sigur einki, og eg fái onga frágreiðing um, hví eg ikki sleppi at spæla, sigur málverjin.