FCK álopsspælari skal spæla við GÍ

Nýggi maðurin, sum er leigaður inntil kappingarenda í heyst, verður á liðnum, tá ið GÍ í morgin fer at taka ímóti ÍF, sum gøtumenn ongantíð hava tapt ímóti í landskappingini

Upptakt

Teir hava tikið rívan til í Gøtu. Í hesi vikuni hava teir samráðst við FCK um at leiga ein álopsspælara frá teimum. Fyrrapartin í gjár varð sáttmálin undirskrivaður, og nýggi maðurin ætlaðist at koma til Føroya í gjár. Hann verður á GÍ liðnum, tá ið teir í morgin fáa vitjan av grannunum hinumegin Varmakeldueið.
Talan er um Vitus Kofoed. Hann er ættaður av Bornholm, hann er 21 ára gamalur, og hann hevur verið í FCK knappliga trý tey seinastu árini. Hann hevur sáttmála við FCK inntil á sumri í 2005. Higartil hevur tað ikki eydnast honum at vinna sær álopspláss í kappingini við Zuma, Toda, Álvaro, Peter Møller, Jesper Bech og allar hinar. Men í Gøtu ivast teir ikki í, at ein spælari, sum hvønn dag venur saman við omanfyri nevndu, er nóg góður at styrkja um GÍ álopið.
? Hetta er ein av vinmonnunum hjá Atla Gregersen, sum kom úr Keypmannahavn og til okkara fyrr í ár. Teir báðir kennast frá Bornholm. Spælarin hevur víst áhuga at koma henda vegin fyri at uppliva nakað nýtt og kanska fáa eitt skump rætta vegin. Tí hava vit tosað við FCK, sum vit hava gjørt leigusáttmála við. Tað vil siga, at vit rinda leigu til FCK fyri spælaran, og FCK heldur fram at betala honum løn, sigur Jógvan Gregersen, formaður í GÍ.
Tá ið vit spyrja, um GÍ í Popczynski ikki hevur ein tann besta álopsspælaran í landinum, so sigur GÍ formaðurin, at hann kann ikki vera annað enn samdur í hesum, men so leggur hann afturat:
? Eftir at hann hevur verið nógv skaddur tey bæði undanfarnu árini, er Krysztof nú væl fyri. Men tað liggja stórar byrðar á honum. Hann er venjari og skal harvið hugsa um alt liðið umframt, at hann er høvuðsálitið hjá okkum í álopinum. Hann er aldursforseti á sera ungum liði. Vit hava leingi roynt eftir einum kompetentum manni at hjálpa honum at skjóta mál, og nú halda vit okkum hava funnið hann.
Fyrr í vár var ein AGF spælari, Martin Beck Andersen, við GÍ í Íslandi. Ætlanin var, at hann skuldi royndarvenja við GÍ, men hann varð skaddur beinanvegin og fór tískil til hús aftur úr Íslandi uttan at hava vant. Síðani hevur verið tosað um, at hann skuldi koma henda vegin. Tað verður av ongum. Í AGF eru fleiri spælarar skaddir, og tær síðstu ferðirnar hevur Martin Beck Andersen verið á superliguliðnum. Tí var tað, at teir í Gøtu fóru at samráðast við FCK um bornholmska álopsmannin, Vitus Kofoed, sum 15. juli verður 22 ár. Og í morgin fáa gøtufólk og onnur fyrstu ábendingina um, hvussu stóran tey kunnu rokna við, at fongurin verður hjá teimum.
Millummaður í samráðingunum millum GÍ og FCK hevur verið Jákup í Stórustovu.

Stendur væl til
Gøtumenn komu í bestu deildina í 1980. Síðani tá hava teir ofta tykist við ÍF, sum hevur ferðast eitt sindur millum deildirnar. Higartil hevur tað ikki eydnast fuglfirðingum at vinna á GÍ í landskappingini.
Tað gjørdu teir heldur ikki í bólkaspælinum í steypakappingini. GÍ vann bólkin við fullum stigatali. Tað fór bara eitt mál ígjøgnum hjá teimum. Tað var eitt brotsspark.
Allir spælararnir, sum venja við 1. deildarliðnum hjá GÍ, eru tøkir. Eingin ivi er um, at Hallur Hansen fer at verja málið, og tað er heldur eingin ivi um plássini í verjuni og álopinum. Harafturímóti eru tað fleiri, sum kappast um at spæla á miðvøllinum saman við Súna Olsen.

Bárður komin afturíaftur
Í fjør spældu Bartal Eliasen og Bárður á Lakjuni við GÍ. Bartal hevur higartil í ár verið í ÍF álopinum. Spæliloyvið hjá Bárði á Lakjuni er eisini í Fuglafirði. Higartil hevur hann ikki spælt nógv. Gamli knæskaðin hevur plágað. Hesa síðstu tíðina hevur Bárður aftur verið á vøllinum. Hann verður ivaleyst í ÍF hópinum í morgin, men hann verður neyvan á vøllinum frá fyrsta bríksli, tá ið ÍF fyri fyrstu ferð síðani 1999 skal royna seg í 1. deild.
Hjá ÍF er tað stórur missur, at miðvallarin Høgni Zachariassen hevur brotið eitt bein í hondini. Hóskvøldið varð ikki roknað við, at hann verður við í morgin. Eyðun Ryggshamar var millum teir fyrstu ellivu ímóti TB. Hann hevur trupulleikar í rygginum og hevur ikki vant síðstu dagarnar.