FC Keypmannhavn keypti í farnu viku svenska álopsspælaran Fredrick Berglund frá Esbjerg. Berglund hevur verið millum bestu álopsspælararnar í Danmark seianstu tvey árini, og nú eru donsku meistararnir farnir avstað við honum. FCK er eftir øllum at døma ikki liðugt við at leita eftir svenskum styrki, tí nú skrivar Aftonbladet, at FCK er sinnað at keypa vinstra bakkin hjá IFK Gøteborg, Oscar Wendt, fyri 6,5 milliónir krónur.