Fyrri dysturin millum FCK og Apoel í Parkini í Keypmannahavn endaði við einum teprum 1-0 sigri til FCK. Útselt er til returdystin, sum verður spældur á GSP leikvøllinum í Nicosia í kvøld.
Apoel hava eina ógvuliga larmandi áskoðarafjøld, og eru danskir ítróttarmiðlar rættiliga samdir um, at FCK fær tað torført í kvøld, og at danska meistaraliðið kemur í ein sannan heksaketil. Talsmenn hjá Apoel vænta 22.000 áskoðarar í kvøld. Hetta er kypriotiskt met, tí gamla metið átti Omonia Nicosia, sum var mótstøðulið hjá HB í Europa League. Metið hjá Omonia var 20.000 áskoðarar.
Kypriotiskur fótbóltur hevur gjørt risastór framstig tey seinastu árini. Seinasta ár eydnaðist tað Anorthosis Famagusta at spæla seg í bólkaspælið í Champions League, og í kvøld klokkan 19.45 hevur Apoel Nicosia møguleikan at gera teimum bragdið eftir.
Í tí fyrsta innleiðandi umfarinum vann Apoel 2-0 á Tórsvølli og 3-0 í Nicosia ímóti EB/Streymi. Í næsta umfarinum koppaði Apoel serbiska risanum, Partizan Beograd. Dysturin millum Apoel og FCK sæst á Televarpinum, á rásini ?3+?.