Tað eru framvegis tvey umfør eftir av bólkaspælinum, men longu í kvøld kann FCK avgera sína lagnu í Champions League. Vinnur FCK á útivølli ímóti russisku meistarinum Ruben Kazan, so er greitt at FCK saman við Barcelona fer víðari úr bólki D.
FCK skal í seinasta umfarinum spæla ímóti Panathinaikos í Parkini. Spælir FCK javnt í kvøld og Panathinaikos ikki vinnur á Barcelona, so er FCK eisini víðari. Vinnur Panathinaikos, so er nokk við javnleiki hjá FCK í seinasta dystinum. Tapir FCK og Panathinaikos vinnur, so skal FCK vinna á Panathinaikos í Parkini fyri at koma víðari, umframt at Rubin Kazan ikki skal vinna á Barcelona.
Barcelona kann eisini gera roknistykkið nógv lættari, við vinna sínar báðar dystir, tí so eru Barcelona og FCK víðari.
Champions League Bólkur D:
1. Barcelona 8 stig
2. FCK 7 stig
3. Rubin Kazan 3 stig
4. Panathinaikos 2 stig
24/11:10
Panathinaikos ? Barcelona 19:45
Rubin Kazan ? FCK 18:30
6/12:10
FCK ? Panathinaikos 19:45
Barcelona ? Rubin Kazan 19:45