FCK kann missa spælarar

Sáttmálarnir hjá fimm av FCK-leikarunum skulu leingjast, um framhaldandi skulu verða í felagnum

 

Danmark


Eftir samlaða tapið fyri Lazio, eru donsku miðlarnir nú í iva um, hvussu nógvir av føstu leikarunum í FCK halda á fram í felagnum.

Støðan er nevnliga tann hjá fimm av spælarunum, at sáttmálar teirra renna út innan stutta tíð. Niclas Jensen, Heine Fernandez, Christian Lønstrup og Thomas Rytter hava allir sáttmálalok við kappnigarenda, meðan sáttmálin hjá Thomas Thorninger rennur út longu um fýra mánaðir. Verða sáttmálarnir ikki longdir, hava leikararnir frítt at fara, og tí verður roknað við, at FCK heldur vil forvinna sær eitt sindur av peningi áðrenn hetta hendir, um leikarin ikki vil leingja.

Stjórin hjá FCK, Flemming Østergaard, hevur áður sagt, at FCK ikki selur nakran, fyrr enn teir eru lidnir í Europa, og framvegis er høvuðsstaðarfelagið við í UEFA-Cup kappingini.