FCK javnleik ímóti botnliði

Tað var líkt til, at oddaliðiðFC København fór at vinna útivølli ímóti Esbjerg í dag, men fýra minuttir inni í yvirtíðini hjá dómaranum javnaði botnliðið úr Vesturjyllandi. FC København legði seg á odda í fyrra hálvleiki við máli, sum Claudemir skjeyt, og sambært miðlunum var tað eisini í samsvari við spælið, at útiliðið legði seg á odda.

 

Esbjerg gavst tó ikki. Liðið hevði fleiri málmøguleikar, men ikki fyrr enn í 94. minutti fingu teir tað útjavnandi málið. Deyðbóltar eru tað vandamesta vápnið hjá Esbjerg, og málið í dag kom eftir eitt hornaspark. Málskjútti var Tim Janssen.

 

Við javnleikinum í dag hevur Esbjerg 21 stig. Bara Aab er niðanfyri við 20 stigum, men teir hava eisini spælt ein dyst minni. FCK er harafturímóti klárt á odda í donsku kappingini.