FCK ikki frítt CL-pláss kortini

Sjálvt um tað fyrr í kvøld ljóðaði, at FCK kundi fáa pláss í Champions League, sjálvt um teir verða slidnir út í Prag, so verður hetta kortini ikki so.

 

UEFA hevur gjørt skjótt av og felagsskapurin boðar frá á heimasíðu síni, at plássið, sum varð tikið frá Fenerbache, í staðin verður latið til nummar tvey í turkisku kappingini seinasta ár, Trabzonspor.

 

Hetta hóast Trabzonspor verður kannað í somu »match-fixing«-gølu, sum Fenerbache er undir kanning fyri.

 

So einki annað er hjá FCK at gera, enn at skjóta tvey mál aftrat í sienna hálvleiki, samstundis sum teir halda tætt í verjuni.