FCK í semifinaluna í steypakappingini

Fótbóltur: Felagið hjá Toda Jónssyni vann mikukvøldið á AGF í kvartfinaluni

FC Keypmannahavn spældi seg mikukvøldið í semifinaluna í donsku steypakappingini.

FCK spældi á heimavølli móti AGF, og eftir longda leiktíð eydnaðist teimum at vinna 3-1. FCK kom á odda í fyra hálvleiki, men AGF javnaði seint í dystinum. Í longdu leiktíðini fekk FCK tvey mál, og vann sostatt dystin.

Í semifinaluni, sum verður spæld næsta ár, skal FC Keypmannahavn spæla móti Ikast.