FCK áhguavert

Líkt er til, at vónirnar til høvuðsstaðarfelagið eru stórar undan seinnu kappingarhálvu

 

Supeliga


Síðani TV3 keypti rættindini til at senda beinleiðis frá donsku superliguni, hevur verið vanligt, at í minsta lagi ein dystur hvønn leikdag verður fluttur. Hetta tí beinleiðis varpanin av hesum ikki skal nerva áskoðaratalið til aðrar dystir í supeliguni.

Sjónvarpsrásin roynir sjálvsagt at velja teir mest áhugaverdu dystirnar út til hetta, og eftir fyribils skránni hjá TV, er FCK avgjørt mest áhugaverda liðið í vár.

Ikki færri enn tríggjar av teimum ferðunum, sum fyribils eru ásettar, verður tað FCK, sum verður á skíggjanum hjá TV3. Talan er um heimadystin móti Aab, umframt útidystirnar móti Brøndby og AB.

Har umframt er eisini greitt, at dysturin millum FCK og Silkeborg, sum verður leiktur seinast í apríl mánaði, verður fluttur, so til ber at varpa beinleiðis frá hesum.