Superliga
Tveir av føroysku landsliðsspælarunum, sum í annaðkvøld skulu til Slovenia, umboða feløg í donsku superliguni. Men hvørki Christian Høgni Jacobsen í Esbjerg ella Johan B. Hansen í OB fingu í vikuskiftinum dystarvenjing á tí støðinum, sum hevði verið mest gagnligt fyri landsliðsspælarar.
OB spældi á heimavølli ímóti Vejle. 3.588 áskoðarar møttu upp, og teir fingu nakað fyri atgongugjaldið. OB vann 5?1. Fyri tveimum vikum síðum síðani sendi OB Vejle úr steypakappingini, og møguleikin at geva venjaranum sekkin, sum var frammarlaga á dagsskránni fyri tveimum vikum síðani, er heilt kódnaður í Odense. Harafturímóti er lagið einki serligt í Vejle, har teir kenna seg nærkast alt meiri botninum.
Niður á jørðina
Esbjerg hevði vunnið fýra dystir upp í slag, tá teir komu til Gladsaxe. Tað hevur eisini gingið sjáldsama væl hjá AB, síðani teir seldu fleiri landsliðsspælarar. Heimaliðið, sum er í heilt tungum fíggjarligum sjógvi, var greitt omaná hesa ferð, og tað var ongantíð nakað ivamál um sigurin, sum gjørdist 2?0.
AaB styrkti um sína støðu á næstfremsta plássinum, tá teir vunnu 3?2 í Viborg. Hetta var fimti útisigurin av fimm møguligum hjá Aalborg.
Brøndby er framvegis oddalið, men hesa ferð noyddust teir at smyrja seg við javnleiki. FCM megnaði 1?1 á heimavølli ímóti oddaliðnum, sum framvegis eigur fyrsta sigurin á ímóti FCM.
FCK heppið
Í Parkini hevði FCK vitjan av Lyngby. Skuldartyngdu gestirnir vóru væl fyri, og tað hevði avgjørt einki forgjørt verið í tí, um teir bæði eina og tvær ferðir vóru komnir á odda ímóti heimaliðnum, sum eftir UEFA Cup dystin í Jugoslavia tóktist heilt illa upplagt og gjørdi eina rúgvu av mistøkum.
Men tað kom bara eitt mál, og tað fekk heimaliðið. Ungi miðvallarin Christian Poulsen, sum hevur verið skaddur í fleiri vikur, var fyrstur á innleggi úr vinstru, og úr stuttari fjarstøðu og umvegis fótin á einum verjuspælara sendi hann í málið.
Sum vit søgdu í leygardagsblaðnum, so er Todi Jónsson framvegis skaddur. Nú hevur superligan frí inntil annað vikuskifti, og tá rokna teir við og vóna, at Todi verður tøkur aftur.