Eingin ger nakað við FC Keypmannahavn í donsku superliguni. FCK er langt fremst í kappingini, og um vikuskiftið vann liðið aftur ein dyst. Hesaferð var Silkeborg mótstøðuliðið, og sambært donskum fjølmiðlum fekk FCK nóg illa sveittan á pannuna av mótstøðuni frá Silkeborg. FCK skoraði eitt mál og fekk øll trý stigini. Hetta var nýtt met hjá FCK, sum ikki hevur tapt í 21 dystum á rað.









