FCK er framvegis við í UEFA Cup kappingini, og tað skulu teir vera glaðir fyri. Seinnapartin hósdagin vóru teir í Beograd. Í fyrra dystinum ímóti Obilic vann FCK 2?0, men í eina góða løtu hósdagin var stórur vandi fyri, at henda leiðslan ikki fór at verða nóg dygg at sleppa víðari í kappingini við.
Umframt Toda Jónsson restaðu onkrir aðrir lyklaspælarar ? eitt nú miðvallarstríðsmaðurin Christian Poulsen ? og FCK arnir tóktust fyrsta lítla tíman rættuliga dølskir og sera lítið ágangandi. Heimaliðið kom á odda miðskeiðis í 1. hálvleiki, tá teir spældu seg ígjøgnum mitt fyri, og teir høvdu eisini aðrar møguleikar.
Steðgurin mundi koma væl við hjá FCK, men beinanvegin í 2. hálvleiki fingu teir ein orduligan frammaná. Obilic økti til 2?0, og talan var um rættuligt piltaliðs mál. Ein av heimamonnunum gyppaði av síðulinjuni í vinstru ? hann var staddur miðskeiðis á FCK hálvuni ? langt og høgt. Eingin vandi tóktist vera, tá FCK málverjin, Magnus Kilhlstedt ? hann hevði onkrar góðar bjargingar ? fór út í bortsteigin at taka bóltin, men ólukkutíð fyri FCK og serliga málverjan, so misti hann bóltin afturum seg, og so prikaði ein av heimamonnunum hann í málið.
FCK spælararnir vóru rættuliga skelkaðir. Tí kom tað væl við, at luftin fór úr heimaliðnum, tá teir vóru komnir framum 2?0 og harvið høvdu javnað í samantaldu støðuni. FCK fekk spakuliga høvdið fyri seg aftur. Tað hevði stóran týdning at fáa útivallarmálið, sum Obilic ikki hevði fingið í Keypmannahavn, og tað eydnaðist hjá FCK. Ikki bara eina men tvær ferðir.
Heine Fernadez var bæði í dystinum í Parkini og í fyrradagin í álopsplássinum hjá skadda Toda Jónsson, sum var eftir í Keypmannahavn. Og 35 ára gamli veteranurin hevur nøs fyri málmøguleikum. Í Keypmannahavn skoraði hann bæði málini, og í Beograd var hann aftur upp á spæl. Tá eitt korter var eftir, minkaði hann um munin við góðum stútara, eftir at innskifti Carsten Fredgaard hevði lagt innfyri úr vinstru, og so javnaði hann við fluktara við handara stólpan, eftir at Carsten Fredgaard hevði lagt fríspark innfyri úr høgru.
Danska pressan skýrdi í gjár Heine Fernandez fyri Holger Danska hjá FCK. Tá neyðin var størsti bóðu teir gamla mannin hjálpa til, og tað hjálpti!
Marginalirnir ímóti
Í Danmark eru teir ikki nøgdir við úrtøkuna í UEFA Cup hósdagin, sjálvt um eisini Brøndby spældi seg víðari. Brøndby megnaði bara málleysan javnleik á heimavølli ímóti Olimpija Ljubljana, sum teir høvdu vunnið 4?2 ímóti á útivølli. At tað ikki eydnaðist hjá Brøndby at fáa øll stigini á heimavølli kann hava týdning fyri, hvussu nógv pláss Danmark fer at fáa í UEFA cup kappingini komandi árini.
FCK hevði tapt 3?0 á heimavølli ímóti Sporting Lissabon, men á útivølli stóðu teir seg væl. Tað var um reppið, at teir fingu stig. Eftir at hava verið aftanfyri 2?0, javnaðu teir, og portugisisku áskoðararnir vóru ikki blíðir við sínar egnu. Kortini eydnaðist tað skelkaðu portugisunum at skora til 3?2.
Silkeborg hevði tapt 3?0 í Zaragoza, mena heimavøllinum hilnaðist betri. Tá fimm minuttir vóru eftir stóð á jøvnum 1?1, men so ætlaðu teir í Silkeborg sær at vinna dystin. Zaragoza sektaði álopsroyndina og fór avstað við 2?1 sigri.
Todi bíðar
Í landskappingini fer FCK í morgin at spæla á heimavølli ímóti Lyngby. Todi Jónsson verður ikki við í morgin, men hann vónar, at tað kanska fer at bera honum til at spæla, tá landskappingin aftur verður á skránni, eftir at Danmark komandi leygardag hevur spælt landsdyst ímóti Íslandi.
Felagið hjá Johan B. Hansen, OB, fær í morgin vitjan av Vejle, og Esbjerg, felagið hjá Christian Høgna Jacobsen, fer at vitja AB. So fæst at síggja, um góða gongdin hjá Esbjerg seinastu vikurnar fer at halda fram. Botnstríðið hesa ferð verður í Århus, har Silkeborg fer at vitja AGF. Oddaliðið Brøndby fer at spæla á útivølli ímóti FCM, og í Viborg verður grannauppgerð, tá AaB kemur at vitja.