FCK fyri sjeyndu ferð á rað

Spenningurin um danska meistaraheitið stendur til at bresta undan toppuppgerðini, sum verður á skránni um tvær vikur

SUPERLIGAN

Spenningurin um danska meistaraheitið er størri, enn hann nakrantíð hevur verið fyrr í ár. Munurin millum toppliðini bæði ? Brøndby og FCK- er framvegis fýra stig, men FCK styrkti í vikuskiftinum um sína støðu, tá ið teir komu úr Viborg við øllum stigunum. FCK vann 2-0. Peter Møller og Álvaro Santos skoraðu málini í 2. hálvleiki. Hetta var sjeynda ferðin á rað, at FCK fekk øll stigini, og teir vóru serliga fegnir um sigurin, tí avbjóðingin í Viborg varð mett at vera ein tann torførasta.
Todi Jónsson sigur á heimasíðu síni, at hann fríggjadagin í síðstu viku aftur fór at venja saman við liðfeløgunum. Men hann roknar vegin til besta liðið at vera langan. Hann sigur seg vera væl fyri, men honum restar dystarvenjing, og tað verður torført at fáa hana á besta liðnum, tí har hava teir í fremsta røð rættuliga fingið ferð á málskjótingina.
Brøndby vann leygardagin 2-0 á heimavølli móti Randers. Bæði málini vórðu skorað í 2. hálvleiki. Málini vóru stórur lætti hjá heimaliðnum, sum enn eina ferð hevði havt sera torført at fáa nyttu burturúr møguleikunum.
Grannastríðið og toppdysturin millum FCK og Brøndby verður á skránni um tvær vikur. Tað er møguleiki fyri, at munurin millum oddaliðini longu undan dystinum fer at vera minni enn tey fýra stigini, sum hann nú er. Sunnudagin skal Brøndby til Odense, og tað verður mett sum torfør uppgáva, hóast OB higartil ikki hevur megnað at vunnið í vár. FCK verður roknað sum favorittur á heimavølli móti Silkeborg, sum tó hevur staðið seg væl síðstu tíðina. Sunnudagin vunnu teir 4-2 á heimavølli á júst OB.
FCM misti í stríðnum um heiðursmerkini. Teir taptu 3-2 í Farum. FCN hevði ikki vunnið síðani síðst í november. Sigurin bar við sær, at teir fluttu av aftasta plássinum og fram ímóti triði aftasta plássinum. Herfølge, sum tapti 4-2 á heimavølli móti AaB, er nú aftast. Við sigrinum hevur AaB av álvara lagt seg út í kappingina um triðja plássið. Esbjerg vann 1-0 í Århus.