Hesa síðstu vikuna hevur FCK keypt tveir spælara, og í gjár fóru teir aftur djúpt í lumman. Fyrsti keyptu teir Pascal Simpson at styrkja um álopið, so keyptu teir Pat Onstad, sum er málverji, og í gjár fóru teir aftur í lumman. Hesa ferð keypa teir ein verjuspælara.
Jacob Laursen var inntil fyri einum góðum ári síðani fastur fúsur í danska landsliðshópinum. Hann var ikki nógv avhildin av áskoðarunum og donsku pressuni, og at enda gjørdi hann av at taka seg aftur sum landsliðsspælara. Hann hevur kortini framvegis spælt í Derby. Har var hann liðformaður síðsta kappingarár, men nú er hann heilt úti í kuldanum.
Fyrrverandi Vejle og Silkeborg spælarin hevur havt persónligar trupulleikar at dragast við. Konan og børnini eru farin til Danmarkar. Tí hevur Jacob Laursen boðað leiðsluni í Derby frá, at hann ynskir at spæla fótbólt á einum staði, har hann er nærri børnunum.
At FCK hevur keypt tríggjar spælarar kemur ikki púra óvart á. Tá Roy Hodgson gjørdist venjari, segði hann, at tað fór at verða neyðugt at styrkja um hópin. Úrslitini higartil í hesum kappingarárinum hava víst, at tað er alneyðugt.
Sunnudagin fær FCK vitjan í Parkini av Brøndby. Tað verður roknað við, at allir teir tríggir nýggju menninir vera við í hópinum. Nýggju spælararnir tykjast ikki vera nøkur hóttan móti plássinum hjá Toda Jónsson sum álopskendur miðvallari í vinstra borði.










