Tað gekk als ikki eftir vild, tá FCK í gjárkvøldið var á vitjan hjá CFR Cluj, ið er gamla felagið hjá Ion Geolgau, sum eitt skifti virkaði sum venjari í Føroyum. Cluj vann dystin við tveimum málum móti ongum, og talan kundi væl verið um fleiri mál til heimaliðið, sum dysturin leið. Og fyri at gera alt verri, mátti Ailton Almeida hjá FCK eisini fara av vøllinum við einum ryggskaða.