FCK fær vitjan av Manchester City

Champions League: Tveir av favorittunum at vinna kappingina spæla í kvøld

Í kvøld verða fyrstu dystirnir í endaspælinum í Champions League. FCK fær vitjan av Manchester City, og RB Leipzig fær vitjan av Real Madrid. Manchester City og Real Madrid eru millum favorittarnir at vinna kappingina.

 

FCK - Man City (20.00)

 

Danska meistaraliðið hevur ikki spælt kappingardyst, síðani teir vunnu seg víðari í seinasta dystinum í bólkaspælinum í fjør. FCK hevur fyrr í kappingini vunnið á Manchester United, so er spurningurin um teir kunnu gera nakað við grannararnar úr Manchester City.

 

Væntaðar uppstillingar:

 

FCK: Grabara; Ankersen, McKenna, Diks, Jelert; Mattsson, Falk, Diogo Gonçalves; Elyounoussi, Claesson, Achouri

 

Ikki við: Lerager (leikbann), Sander, Khocholava, Boilesen

 

Ivasamur: Meling

 

Man City: Ederson; Walker, Stones, Rúben Dias, Aké; Rodri; Bernardo Silva, De Bruyne, Foden; Álvarez, Haaland

 

Allir mans tøkir

 

RB Leipzig - Real Madrid (20.00)

 

Real Madrid er ein av favorittunum at vinna Champions League. Teir eru eisini favorittar at vinna á RB Leipzig samanlagt, men skaðar gera støðuna meira spenta. Í seinasta dystinum í sponsku landskappingini mátti enska stórtalentið, Jude Bellingham, av vøllinum við skaða. Hetta kann verða møguleikin hjá týska RB Leipzig.

 

Væntaðar uppstillingar:

 

Leipzig: Gulácsi; Henrichs, Orbán, Klostermann, Raum; Seiwald, Schlager; Olmo, Simons; Openda, Šeško

 

Ikki við: Haidara

 

Real Madrid: Lunin; Carvajal, Nacho, Tchouameni, Mendy; Valverde, Kroos, Camavinga, Brahim Díaz; Vinícius Júnior, Rodrygo

 

Ikki við: Courtois, Éder Militão, Alaba, Bellingham

 

Ivasamir: Rüdiger, Nacho