FCK fær nýggjar búnar

Todi Jónsson og teir fáa nýggj klæði til eftir summarsteðgin

Tá FC Keypmannahavn eftir summarsteðgin aftur leggur til brots í stríðnum um at vinna gull í donsku fótbóltskappingini, verður tað í nýggjum búnum.

FCK gjørdi í fjør nýggja klædnaavtalu við Umbro, eftir at hava spælt í Hummel klæðum í fleiri ár, og 1. juli kom avtalan í gildi.

Í tí sambandinum hava FCK og Umbro gjørt nýggjar búnar til FCK, bæði tá liðið spælir á heimavølli í teimum hvítu klæðunum, og tá teir spæla á útivølli í teimum myrku klæðunum.

Búnarnir líkjast teimum, sum FCK hevur spælt í seinastu árini, men okkurt er broytt á teimum.

Klæðini fáast nú til keyps í FCK-sølubúðini í Parkini, og har verður gongd í næstu dagarnar, tí FCK selir túsundtals troyggjur til viðhaldsfólkið, og tey ætla sær at hava nýggja búnan kláran, tá lagt verður til brots eftir summarsteðgin.

FCK sleppur at royna nýggju klæðini, tá teir 23. juli spæla venjingardyst móti mæta hálendska liðnum Ajax Amsterdam í Ítróttarparkini.