Kreppan í FCK er li_ug fyri hesa fer_. Leygardagin hev_i FCK vitjan av Herfølge. Gamla felagi_ hjá Jákupi Mikkelsen megna_i fyri viku sí_ani málleysan javnleik móti Brøndby. Hóast FCK var stórfavorittur hesa fer_, so søgdu bæ_i úrsliti_ móti Brøndby og undanfarnu Herfølge vitjanirnar í Parkini, at talan fór ikki at ver_a um avgrei_sluspurning.
FCK tr_sti og kroysti Herfølge, men ta_ gekk strilti_ at fáa mál. Ta_ eydna_ist Hjalta Bo Nørregaard umvegis ein mótstø_umann og kanska eisini Zuma at leggja FCK framum 1-0. Og so var ta_, at Zuma, sum ikki hevur spælt naka_ serligt higartil í ár, og sum ikki hevur skora_ mál, gjørdi eitt ta_ vakrasta máli_ í hesum kappingarárinum. Eftir torføra sending tamdi hann a brotsteigarmarkinum vi_ økslini og bróstkassanum, á_renn hann heilflukta_i dygst inn vi_ stólparótini.
Sunnudagin hev_i Brøndby vitjan av botnli_num Randers. Eingin ivi var um, at heimali_i_ var væl betri enn gestirnir, og Brøndby vann 2-0. Brøndby er einsamalt toppli_, og teir eru f_ra stig undan teimum næstu. Hetta var níggjunda fer_in á ra_, at Brøndby fór av vøllinum uttan at hava tapt.
Fyri tveimum vikum sí_ani var OB oddali_. Sí_ani hevur ikki gingi_ væl, og aftur sunnudagin kiksa_i hjá teimum. Teir høvdu vitjan av Viborg, sum ikki hevur serliga gott or_ á sær, tí teir ver_a sagdir ikki at vilja vera vi_ til at undirhalda. Viborg vann 2-0, og harvi_ kjálkast teir upp móti hei_ursmerkjaplássunum. Hetta var tri_ja fer_in á ra_, at OB tapti á heimavølli.
AGF er rættuliga komi_ fyri seg. Hesa fer_ vóru teir í Esbjerg, har heimali_i_ hevur havt syndarliga byrjan upp á hetta kappingarári_. Heldur ikki móti AGF eydna_ist ta_ Esbjerg at fáa stig, hóast teir løgdu seg framum. AGF vann 2-1 og Tobias Grahn, sum er svenskur mi_vallari hjá AGF, skora_i bæ_i málini. Eftirnavni_ er ta_ sama sum hjá Ova Grahn, sum fyri fjór_ingsøld sí_ani var mi_vallari á svenska landsli_num.
Silkeborg tapti enn eina fer_. Harvi_ hava teir tapt seks landskappingardystir á ra_. Teir vitja_u í Aalborg, har heimali_i_ hevur veri_ í svárari kreppu. Úrsliti_ var 1-0 til heimali_i_, sum harvi_ fekk eitt sindur av luft í botninum.
Hjá FCM var ta_ vónbrot, at ta_ ikki eydna_ist at vinna á stolta heimavøllinum SAS arena í Herning. Úrsliti_ var 1-1 móti FCN. Hóast teir ikki vunnu, so kunnu teir í Ikast og Herning erpa sær av, at teir í ellivu heimadystum á n_ggja vøllinum ikki hava tapt.
Orsaka av HM undankappingardystum ver_ur ikki spælt aftur í superliguni fyrrenn annan leygardag og sunnudag. Leygardagin skal Danmark spæla í Albania, og annan mikudag skulu teir spæla á heimavølli móti Turkalandi.