Tvey umfør eru spæld av donsku superliguni, og longu nú er tað soleiðis, at einki lið hevur fult stigatal. Enn eru tað fleiri, sum ikki hava tapt, og FCK er millum teirra, sum hava vunnið eina ferð og spælt ein javnleik.
Hesa ferð var føroyska liðið í Keypmannahavn í útjaðaranum av høvuðsstaðnum. Í Køge hava teir ongantíð áður spælt í tíggju ára gomlu superliguni, og tað eru seytjan ár síðani, at teir vóru í fremstu røð, sum tá kallaðist 1. división.
Eingin ivi var um, at favorittarnir úr FCK høvdu betri spælarar, og at teir høvdu størri breidd. Men tað gekk striltið, sera strilitið at fáa málini, sum skulu til, um ein fótbóltsdystur skal vinnast.
Í síðsta minuttinum undan steðginum fekk FCK brotsspark, sum Thomas Røll Larsen setti í málið. 1?0 er eingin leiðsla at hvíla á, og eitt korter undan dystarenda fingu teir í FCK ein orduligan skelk, sum næstu løtuna sá út til at skula kosta teimum sigurin. Eftir flatt innlegg úr høgru og snilda detalju av Tommy Olsen, sum leingi hevur verið fremsti álopsmaðurin hjá Køge, kom bólturin í ein av verjuspælarunum hjá FCK, snýtti málverjan og fór í málið, og harvið var 1?1, og sensatiónin lúrdi.
Kortini eydnaðist tað FCK í evstu løtu at fáa tvey mál og harvið at fáa øll stigini við aftur til miðbýin. Peter Møller, sum eitt korter undan leikloki hevði avloyst Toda Jónsson, stútaði fyrra málið. Hann varð spældur leysur av Carsten Fredgaard, sum eisini var innskiftur. Hann hevði loyst Peter Nielsen av.
Zuma staðfesti 3?1 sigurin í síðstu sekundunum. Sambært donsku fjølmiðlunum var Zuma ikki serliga væl upplagdur hesa ferð. Hann tóktist troyttur og at treingja til hvíld meiri enn nakað annað. At hann støðugt hevur vant og spælt dystir við FCK og suðurafrikanska landsliðnum í næstan tvey ár, verður hildið at hava sett síni spor.
Todi Jónsson var eftir smáskaðarnar aftur millum teir fyrstu ellivu. Tað var dynamikkur yvir spælinum hjá honum, hann tiltuskaði sær tveir góðar møguleikar, men krúnan á verkinum hjá einum álopsspælara ? málini ? restaðu. Eina ferð sneiddi Todi seg leysan av verjuni, og tá málverjin kom út ímóti royndi hann at lyfta upp um hann, men bólturin fór eisini omanfyri málið. Eina ferð drønstútaði hann úr trettan metrum, eftir at Zuma hevði lagt innfyri úr høgru, men málverjin bjargaði.
Málríkt umfar
23 mál vórðu skorað í temum seks dystunum. Tað vil siga, at miðaltalið var næstan fýra, og tað má metast at vera nógv, tá havt verður í huga, at eingin dystur endaði við stórsigri.
Størsti skelkurin var leygardagin í Brøndby, har heimaliðið undir leiðslu av Michael Laudrup rættuliga kom niður á jørðina. AB vitjaði og fór avstað aftur við fult uppibornum 3?1 sigri, eftir at teir eftir fyrra umfarið høvdu verið frammanfyri 3?0. Michael Laudrup ásannaði, at tað hansara menn høvdu víst í 1. hálvleiki var undir allan kritikk.
Kanska var tað europeiska luttøkan, sum órógvaði. Hvussu tað verður við tí stríðnum fæst at síggja í morgin, tá Brøndby skal spæla í albanska høvuðsstaðnum Tirana.
Eins góðir og Brøndby
Í Århus hevur fótbóltslagið ikki verið nakað serligt í fleiri ár. Stóra felagið í býnum, AGF, hevur støðugt stríðst fyri at varðveita sessin í bestu deildini. Undan summarsteðginum megnaðu teir tað akkurát, men nú eru aðrir tónar at hoyra, og tað sæst á vøllinum, at nýggi venjarin, Poul Hansen, hevur fingið skil á.
Eftir 2?2 á heimavølli frammanfyri tíggju túsund áskoðarum hildu spælararnir, at teir hava eitt eins gott lið og Brøndby. Tað er ein ikki sørt næsadjørv útsøgn, tá gongdin síðsta kappingarár verður havd í huga.
Men moralurin var góður í Århus sunnudagin. Esbjerg kom á odda 1?0, og í síðsta álopinum undan hvíldini øktu teir. Í fjør hevði henda gongdin heilt víst skotið AGF í senk. Soleiðis var ikki hesa ferð. AGF reisti seg og prógvaði harvið, at liðið hevur fingið ein spælistíl, og at teir hava sinniliga yvirskotið, sum skal til. Esbjerg málverjin kiksaði heilt illa beint eftir steðgin, tá innlegg kom úr høgru, sum hann ikki megnaði at halda. Nýggi maðurin í AGF álopinum, Morten Poulsen, skoraði, og hann stóð eisini fyri útjavnandi málinum.
OB var á odda 2?1, tá tað var hálvleikt. Men Silkeborg javnaði og fekk harvið fyrsta stigið í hesum kappingarárinum.
Í Farum var lagið heilt gott. Eftir 2?2, tá tað var hálvleikt, megnaðu teir at vinna 3?2 á Viborg, og harvið var fyrsti sigurin í superliguni nakrantíð komin til høldar. AaB, sum í fyrsta umfarinum vann í Esbjerg, var aftur á útivølli. Talan var um grannastríð í Ikast ímóti FCM, sum vann 2?0.