FCK er nú í hølunum á Brøndby

Álopsparið hjá FCK var í hopla, tá ið heimaliðið í Parkini vann 3-0 á Brøndby, og nú er fjarstøðan frá toppliðnum og aftur til FCK minkað úr sekstan og til seks stig

SUPERLIGAN

Tað er bæði altjóða snitt og ikki so lítið bygdaligheit í superliguni. Sunnudagin vóru 40.654 til lokal uppgerðina í Parkini, meðan tað vóru 1.304 á Herfølge stadion, har AGF vitjaði!
Í Parkini var eingin ivi. Eftir eitt sindur trilvandi fyrstu tíggju minuttirnar, tá ið FCK noyddist at skifta Michael Silberbauer út orsaka av brotnum kjálkabeini við Jesper Bech, sum var sera væl upplagdur, so var heimaliðið greitt omaná.
Ofta er lítið komið burturúr hjá FCK álopsparinum, sum Hans Backe hevur givið óvanliga langar teymar, men hesa ferð vóru Zuma og Álvaro ógvuliga væl upplagdir. Zuma skoraði fyrsta málið, eftir at álopsmakkarin hevði spælt hann leysan, og so var sjálvsálitið hjá suðurafrikanska spælaranum so mikið stórt, at hann tóktist kunna gera, sum hann vildi ímóti neyðars verjuspælarunum, sum ikki vistu hvørjum beini teir skuldu standa á.
Undan steðginum økti miðvallar stríðsmaðurin Hjalte Bo Nørregaard til 2-0. Eisini hesa ferð var Álvaro upphavsmaðurin. Hann sneiddi seg leysan í høgru, Brøndby málverjin hálvbjargaði, og brasiliumaðurin lyfti hegnisliga til handara stólpan.
Eftir steðgin royndi Brøndby at koma fyri seg, og teir høvdu møguleikar. Svenski Johan Elmander fekk besta møguleikan, men hann misnýtti, og so varð alt avgjørt, tá ið norski Magne Hoseth við frísparki úr 30 metrum, sum tók í verjuspælara og harvið snýtti málverjan, økti til 3-0.
Í vetrarsteðginum var munurin frá Brøndby og til FCK 16 stig. Eftir fýra umfør í vár er munurin minkaður til seks stig, og tað er nú ikki bara lítil møguleiki, men heldur rættuliga sannlíkt at FCK orduliga skal hótta BIF í stríðnum um DM. Brøndby hevur fingið tvey stig í fýra dystum, og teir hava ikki megnað at fingið mál í trimum teimum síðstu royndunum. So soltið hevur tað ikki verið hjá teimum við málskjótingini síðani í 1985, tá ið teir í trimum royndum á rað spældu málleysar javnleikir.
Todi Jónsson fegnast sjálvandi saman við liðfeløgunum um góðu gongdina, sum nú hevur borið FCK fram á næstfremsta plássið, men tað er ikki pláss fyri honum á liðnum. Umframt Álvaro og Zuma vóru Jesper Bech og Peter Møller álopsspælarar hesa ferð, og teir vóru allir fýra á vøllinum í senn. Umframt Jesper Bech, sum varð skiftur inn beinanvegin, so kom Peter Møller á vøllin, tá ið tað restaðu tíggju minuttir. Hann avloysti miðverjan og liðformannin, Bo Svensson.

Langt til tey næstu
FC Midtjylland hevur leingi verið á plássinum undir Brøndby. Hesa ferð átti FCM heimavøll ímóti Silkeborg. Grannauppgerðin leygardagin endaði við málleysum javnleiki, og tað høvdu teir á heimaliðnum størstu orsøkina at fegnast um, tí Silkeborg var tættast við at fáa mál.
Síðani FCM í fjør fekk nýtt stásiligt stadion, hava teir ikki tapt á heimavølli. Hetta var nítjanda ferðin, at teir tóku seg aftur, uttan at teir høvdu mist øll stigini á heimavølli.
Tað eru fýra stig frá FCM, sum er eitt stig aftanfyri FCK, og aftur á fjórða plássið. Viborg, sum hevur stríðst fyri at halda seg á heiðursmerkjaplássum, tapti 4-1 í Esbjerg, sum ikki hevur verið serliga sannførandi í ár. Serligur áhugi varð sýndur Jan Kristiansen hjá Esbjerg. Hann skoraði fyrsta málið og legði upp til eitt annað. Danskir fjølmiðlar og leiðslan í Esbjerg rokna við, at hann verður seldur uttanlands heilt skjótt. Sunnudagin vóru ikki færri enn seks umboð frá Werder Bremen og sýnaðu hann. Tað verður tikið sum tekin um, at sáttmáli skjótt fer at verða undirskrivaður.
OB og AaB eru á næstu plássunum undir Viborg. Hesa ferð eydnaðist tað AaB at vinna sannførandi 2-0 á heimavølli ímóti FCN, meðan OB ikki megnaði meiri enn 1-1 á útivølli í Randers.

Trý renna undan tveimum
Tvey feløg skulu niður í næstbestu deildina. Tað er spenningur um, hvør tað skal verða. Trý feløg stríðast fyri at sleppa undan hesum báðum plássunum. Tey eru FCN, Randers og Herfølge.
Besta úrslitið í hesum umfarinum rakk Herfølge. Teir vunnu 1-0 á heimavølli ímóti AGF. Hetta var fyrsta ferðin í ellivu royndum, at Herfølge fekk fult. Einsamalli málskjúttin var annar av venjarunum og fyrrverandi Tottenham spælarin, 34 ára gamli Allan Nielsen, sum varð skiftur inn, tá ið ein tími var farin. Trettan minuttir seinni skoraði hann málið, sum eftir 33 umfør kann fara at vísa seg at hava heilt stórt virði. Nú er Herfølge fyri fyrstu ferð í fleiri umfør omanfyri niðurflytingar strikuna.
Í Randers harmaðust teir um, at tað ikki hevði eydnast teimum at fáa fulla úrtøku ímóti OB. Krúnu jydarnir mettu seg at hava havt størstu møguleikarnar at fáa fleiri mál, men úrslitið gjørdist 1-1.
Í Farum og Norðursælandi stendur einki serligt til. Eftir 2-0 tapið í Aalborg eru teir niðast á støðutalvuni, og avrikið hesa ferð var ikki sannførandi.