FCK er í steypafinaluni

Tað eydnaðist Brandi H. Olsen og teimum at vinna ímóti Esbjerg fB í kvøld.

Esbjerg fB og FCK hittust í kvøld í Esbjerg. Talan var um seinni hálvfinaluna í donsku steypakappingini, og stórur spenningur var um dystin eftirsum fyrsti dysturin endaði við 1-1-javnleiki.


Tað eydnaðist FCK at vinna 1-0 og eru teir harvið í steypafinaluni við samlaðum 2-1-sigri. Tað var Ludwig Augustinsson, sum skeyt málið hjá FCK. Í finaluni skulu teir spæla ímóti FC Vestsjælland.


Brandur H. Olsen hevur fyrr í kappingini fingið nakrar minuttir á vøllinum, men hesaferð sat hann á beinkinum allan dystin.