Tað gongur sum eftir ánni hjá FCK. Kristi himmalferðardag tryggjaðu teir sær gull í steypakappingini við 1-0 sigri á AaB, og í dag hevur FCK vunnið gull í landskappingini.
FCK vann í dag 1-0 í Esbjerg, og tá ið Brøndby samstundis tapti 1-0 í Århus ímóti AGF, var tað greitt, at FCK er meistari.
Eitt umfar er eftir SAS liguni. FCK hevur 73 stig, og Brøndby hevur 68 stig.
Tað eru seytjan ár síðani, at B1903 og KB gingu saman um FCK. Felagið hevur vunnið DM sjey ferðir, og í dag hevur felagið tryggjað sær greipuna fyri aðru ferð.









