FCK endaði við níggju monnum

Brotsspark varð dømt ímóti Toda Jónsson, men tað varð misnýtt, og so fór FCK fyri fyrstu ferð í ár av vøllinum uttan at hava fingið stig

ÚTISETAFELAG
Jóannes Hansen

Todi Jónsson var vigaður á álopsvektini hjá FCK undan fráferðini til Aalborg, og hann var funnin at vera nóg góður at vera ímillum teir fyrstu ellivu. Føroyski álopsspælarin var í álopinum saman við svenska Jörgen Persson. Tað vil siga, at teir báðir álopsspælararnir, sum hósdagin sótu á beinkinum frá fyrsta bríksli í Georgia, hesa ferð vóru ímillum teir fyrstu ellivu.
Heimaliðið, sum hevur fingið eina sannførandi byrjan í hesum kappingarárinum, legði seg aftarlaga og dúvaði upp á kontramøguleikar. Spælið hjá teimum var ikki serliga sannførandi, men kortini høvdu teir fatur í rætta endanum. Teir komu á odda 1?0, tá eitt lítið korter var farið, og teir vunnu 3?0.
FCK spælararnir hava ikki tapt í langa tíð. Undan hesum dystinum høvdu teir spæla nítjan ferðir í superliguni uttan at tapa ? níggju ferðir á útivølli og tíggju ferðir á heimavølli, og harafturat hava teir spælt í Europa Cup uttan at tapa.
Undan dystinum var FCK á fremsta plássinum og AaB á triðja plássinum í superliguni. Nú er AaB á odda, og teir eru tvey stig frammanfyri FCK. Ei undur í, at teir flestu av teimum 11.286 áskoðarunum vóru í góðum hýri í danska summarveðrinum.
Málini hjá AaB vóru góð, men Magnus Kihlstedt, sum hevði vunnið førleikan so mikið aftur, at hann var førur fyri at verja FCK málið, átti at havt bjargað tí fyrsta. Allan Gaarde royndi seg við langskoti úr 21 metrum, og tað sang í netinum. Annað málið skoraði estlendski Anders Oper. Hann hevði ikki gjørt mál á besta liðnum síðani eina ferð tíðliga í vár. Hann stútaði 2?0 málið miðskeiðis í 2. hálvleiki, og 3?0 málið syrgdi innskiftarin Thomas Augustinussen fyri. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at hann var á vøllinum í hesum kappingarárinum, og tað var vorðið sum mál, sum hann úr stórari fjarstøðu stútaði umvegis stólpan og í málið.
Fyri AaB hevði kærkomni heimasigurin eisini tað áhugaverda íslettið, at Diego Tur av hyggjarunum hjá TV3+ rásini varð kosin besti spælarin. Fyri verjuspælaran var talan um einastandandi sunnudag. Hann hevur áður spælt við bæði B1903 og KB, sum fyri tíggju árum síðani funnu saman um FCK, og hann var í nógvu tey fyrstu árini á liðnum hjá FCK, áðrenn hann í fjør fekk at vita, at nú var ikki brúk fyri honum meiri.

Todi fekk brotsspark
Todi Jónsson spældi fyrstu 64 minuttirnar, áðrenn Peter Møller kom á vøllin fyri hann. Síðstu løtuna spenti FCK venjarin álopsbogan rættuliga, tí tá kom Zuma á vøllin fyri Morten Bidgaard, sum fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum var millum teir fyrstu ellivu hjá FCK. Jörgen Persson var á vøllinum allar 90 minuttirnar.
Næst at fáa mál varð FCK, tá teir fingu brotsspark. Eftir at Todi Jónsson í tveimum førum í sjálvum málteiginum hevði roynt at skjóta mál, metti dómarin, at Todi Jónsson varð togaður eitt sindur ov nógv í troyggjuna. Donsku tíðindafólkini hildu dómin vera í so tunnan, og heimamenninir vóru ikki so blíðir, men teir komu undan við skrekkinum. Thomas Røll Larsen, sum fleiri ferðir hevur verið tryggur úr ellivu metrum, sendi flatt skeivu megin stólpan.
FCK spælararnir hava borið orð fyri at skikka sær heilt væl, men hesa ferð fór nakað av glansinum av teimum. Í 1. hálvleiki átti norski miðvallarin, Erik Mykland, at havt verið rikin av vøllinum, tá hann sparkaði ein mótstøðumann í skinnabeinið, men tað var ov lítið mannfólk í hjálpardómaranum, sum sá tilburðin. Fram ímóti dystarenda sóu tveir FCK spælarar ostaskorpuna. Miðverjin Bo Svensson sá reytt, tá hann hevndi seg eftir ógvusliga takling, og Zuma varð rikin av vøllinum, tá hann hevði hug at taka í dómaran fyri at vísa, at einki skil var í reyða kortinum, sum ein av makkarunum hjá honum hevði fingið.
Ítróttarstjórin, Niels?Christian Holmstrøm, helt lítið um avgerðina hjá dómaranum at vísa Zuma av vøllinum, og hann var illur inn á Bo Svensson, sum ivaleyst kann rokna við at fáa bót frá felagnum. Hans Backe. FCK venjarin, helt sínar menn hava víst betra spælið, og hann seegði seg rokna við, at teir høvdu vunnið dystin, um teir ikki høvdu havt misnýtt brotssparkið.
?AaB hevur eitt gott lið, sum verður millum fýra tey bestu. Vit eiga framvegis besta liðið, og eg eri fegin um, at vit framvegis eru favorittar at vinna DM, segði FCK venjarin, sum áður hevur verið venjari í Aalborg.