Superliga
Eingin føroyingur var á vøllinum, tá níggjunda umfarið í bestu donsku fótbóltsdeildini sunnudagin var á skránni.
FCK var í Aalborg. 8.574 áskoðarar møttu upp, og teir vístu stórsinni, tá teir fagnaðu nýggja FCK venjaranum, Hans Backe, sum í níti árunum vandi AaB í tvey og eitt hálvt ár. Tað hilnaðist væl, og fagnaðurin í Aalborg sunnudagin bar boð um, at har hava tey ikki gloymt DM heitið í 1999.
Merkisvert var tað, at fýra av fyrstu álopsmonnunum hjá FCK vóru skaddir. Umframt Toda Jónsson var talan um Heine Fernandez, Zuma og Pascal Simpson.
Nýggi FCK venjarin hevur undirstrikað, at tað ræður um at skipa verjupartin. Teir siga, at FCK hevur spolað aftur, so støðan nú er, sum hon var, tá Roy Hodgson kom til felagið.
AaB kom á odda við tunnum brotssparki í 28. minutti, og Thomas Røll javnaði tveir minuttir undan steðginum.
Í 2. hálvleiki vóru nógvar spentar støður, men málverjarnir báðir, Jimmy Nielsen hjá AaB, og Magnus Kihlstedt í FCK málinum, stóðu seg væl. Ikki minst hjá svianum í FCK málinum mundi hetta kennast hugaligt. FCK viðhaldsfólkini hava í fleiri vikur tosað um, at tað hevði vitað betri við, um ungi Rune Pedersen aftur hevði fingið møguleikan ímillum stólparnar.
Troyttir á oddaliðnum
Í Brøndby er áhugin fyri fótbólti sera stórur. 11.875 sóu dystin ímóti Viborg. Talan var um ikki serliga undirhaldandi dyst. Ferðin var lá, og intensiteturin var lítil. Tað var týðuligt, at teir í Brøndby vóru troyttir, eftir at teir næstsíðsta sunnudag høvdu spælt rimmardyst ímóti FCK og hóskvøldið høvdu vunnið í UEFA Cup á útivølli. Og tá so teir í Viborg vóru meiri enn væl nøgdir við at fáa eitt stig, var tað ikki óvæntað, at einki mál kom.
Í Lyngby vóru tvey lið í kreppu ikki misnøgd við at fáa eitt stig í part. Í 1. hálvleiki kom púrt einki burturúr, men í regninum í 2. hálvleiki skoraði OB tvey mál upp á langskot, og Lyngby fekk tvey mál eftir kiks í OB verjuni. Johan B. Hansen var einki at síggja til í OB verjuni.
Silkeborg er í svárari kreppu. Hesa ferð taptu teir 1?0 á heimavølli ímóti FCM, og nú verður tað hildið ikki at vera so langt burtur, at Benny Johansen, sum áður hevur verið venjari hjá FCK, fer at fáa sekkin, sjálvt um eingin ivast í, at tað er sølan av fleiri lyklaspælarum, og tað at fleiri eru givnir at spæla, sum eru orsøkirnar til soltnu úrtøkuna. Millum stuðulsspælararnar, sum ikki eru við longur, eru Thomas Røll, sum er í FCK, Henrik Petersen, sum er farin til Bolton, og Morten Bruun, sum er givin.
Í Vejle var tað sera undirhaldandi. Heimaliðið kom á odda í 7. minutti, og teir høvdu nógvar møguleikar fyri fleiri málum, men tað endaði kortini við javnleiki. AB javnaði seks minuttir eftir steðgin.
Í gjárkvøldið skuldi Esbjerg fáa vitjan av AGF. Sambært upptaktunum í donskum fjølmiðlum, so skuldi Christian Høgni Jacobsen ikki vera í Esbjerg hópinum.