FCK í CL gjøgnum bakdyrnar

Turkiska fótbóltssambandið hevur seinnapartin i dag boðað frá, at turkiska meistaraliðið, Fenerbache, verður tikið úr Champions League, tí teir eru undir granskan fyri »match-fixing«.

 

Felagið hevði annars pláss millum tey 32 liðini, sum skulu spæla bólkaspæl í Champions League i ár, men nú er so eitt pláss opið.

 

Mett verður, at hepna liðið kann gerast FC Keypmannahavn. Teir spæla um eina løtu seinna kvalifikatiónsdystin móti Viktoria Plzen á útivølli, eftir at teir taptu 1-3 á heimavølli.

 

Tað, sum talan fyri FCK – sjálvt um teir væntandi tapa samlað í kvøld – er, at teir vóru við í CL í fjør, og at teir eru danskir meistarar.

 

Møguliga tekur UEFA avgerð longu í kvøld, tá úrslitini av seinnu kvalifikatiónsdystunum er greitt.