FCK bara veksur

Felagið er um at gerast ov stórt, nú verða uppgávur í Parkini lætnar øðrum at umsita

FCK


Heimasíðan hjá danska høvuðsstaðarfelagnum, FCK, skrivaði týsdagin, at felagið nú hevur gjørt av at lata nøkur av virkisøkjum felagsins til onnur at umsita.

Flemming Østergaard, stjóri, sigur við heimasíðuna, at talan er um FCK-handilin við Parkina umframt Sports-caféina og bwling sentrið. Orsøkina til hetta sigur Østergaard vera, at hesi virkisøki í dag eru vorðin somikið stór, at ein framhaldandi vøkstur er treytaður av eini enn neyvari stýring, og tí metir hann tað vera lættari, um økini verða latin øðrum at umsita.


Sølustjórin fer

Annar av nýggju samstarvsfelagunum. Mathiasen Management A/S, er eitt felag, sum verður stýrt av Svend Mathiasen, sum higartil hevur virkað sum sølustjóri í Parkini.

Í hesum sambandi fer hann nú úr hesum starvi, og nýggjur maður í hansara stað er 37 ára gamli Dan Hammer.

Felagið hjá Mathiasen yvirtekur søluna av FCK skreytlutum úr handlunum í Parkini.

Hin samstarvsfelagin er X-large A/S. Eitt felag, sum varð stovnað í 1998, og sum síðani hevur samstarvað við nøkrum av heimsins størstu fyritøkum so sum Coca-Cola, Daimler-Chrysler, IBM og Oracle.