FCK aftur mál í seinastu minuttunum

Todi byrjaði, men var ikki serliga eyðsýndur, og varð eisini í seinna hálvleiki útskiftur

Tað er við at gerast gernadiskostur hjá FCK at skjóta mál í seinastu minuttunum. Seinastu vikurnar hevur høvuðstaðarliðið í nærum hvørjum dysti fingið mál beint fyri leiklok, og soleiðis varð eisini hetta vikuskiftið.

Innskifti Morten Bisgaard vann FCK annað stigið, tá hann í 90.minutti, við eini perlu av einum málið, javnaði til 2-2 ímóti FC Midtjylland.

Todi byrjaði inni
Hans Backe hevði valt at nýta sama álopsparið frá UEFA Cup-dystinum ímóti Lokomotiv Tbilsi hóskvøldið, og hetti merkti, at Todi Jónsson og Jørgen Pettersson báðir vóru við frá byrjan í FCK-álopinum.

Sibusisu Zuma er framvegis skaddur, og hóast frágera flotta málið seinasta vikuskiftið ímóti Farum, so var Peter Møller aftur á beinkinum ímóti FC Midtjyllandi.

Í fyrra hálvleiki leikað javnt, har bæði FC Midtjylland og FCK skiftust um at trýsta. Tað kom bert eittans mál í fyrra hálvleiki, og tað fekk heimaliðið. Søren Skriver var maðurin, sum hevði seinasta fót á.

Ikki vóru nógvir minuttir farnir av seinna hálvleiki, so svaraði FCK aftur. Liðskiparin, Christian Lønstrup, skeyt útifrá og umvegis ein FC Midtjylland-leikara streyk bólturin framvið nýggja eykamálmanninum á landsliðnum, Peter Skov Jensen, og so var 1-1.

Jens Jessen legði miðskeiðis í seinna hálvleiki heimaliðið frammum aftur, eftir góða sending frá Pimpong, sum umframt at leggja upp til seinna málið, eisini var besti maðurin á vøllinum sunnudagin.

Miðskeiðis í seinna hálvleiki kom Peter Møller inn fyri Toda, sum avgjørt ikki hevði ein av sínum bestu dystum sunnudagin. FCK royndi at trýsta eftir útjavnadi málinum- og tað kom eisini. Í 90. minutti endar bólturin hjá innskifta Morten Bisgaard, sum umvegis tvørstongini setti bóltin í netið til endaliga úrslitið 2-2. Langt í eykatíðini kundi Peter Møller enn einaferð vunnið dystin fyri høvuðstaðarliðið, men skotið brast í stongina, og út aftur í spæl.

Komandi vikuskiftið verður stórdystur í Parkini tá arvafíggindarnir FCK og Brøndby bresta saman. Væntandi verður Sibusisu Zuma klárur til dystin, og spennandi verður, um hvør má víkja fyri suðurafrikanska framherjanum í FCK-álopinum. Todi hevur higartil skotið trý mál, meðan sviin Jørgen Pettersson enn hevur sítt fyrsta mál til góðar í FCK-troyggjuni, so spennandi verður um tað verður føroyingurin ella sviin, sum vera undir liðini á Zuma í FCK-álopinum ímóti Brøndby.

So bragdaði hjá Brøndby
Eftir slaka byrjan á heimligu kappingina, bragdaði um vikuskiftið hjá meistaraliðnum Brøndby. Við sannførandi 4-0 sigri á Viborg, liggur liðið hjá Michael Laudrup nú í miðjuni í Superliguni.

Tað er kreppa í Viborg, og fleiri spælarar vísa alment sína ónøgd við venjaran. Hvussu er og ikki, so liggur Viborg, eftir ósigurin um vikuskiftið, niðast í bestu donsku fótbóltsdeildini.

Brøndby hevur tveir sera týdningarmiklar dystir í næstum. Fyrst skulu teir royna at endurtaka sigurin í Parkini fyrr í ár, og síðani kemur norska meistaraliðið Rosenborg á vitjan.

Tað gongur væl hjá nýggja venjaranum í AGF, Poul Hansen. Um vikuskiftið fekk AGF vitjan av oddaliðnum OB, og heimaliðið vann 3-2. Seinasta málið í dystinum kom stutt fyri leiklok, og var tað Morten Poulsen, sum skeyt tað. Við sigrinum er AGF nú ímillum oddaliðini í Superliguni, og tað má kennast væl, tí seinastu árini hevur felagið bart undir niðurflyting.

Uppflytarnir úr Køge høvdu sunnudagin vitjan av Silkeborg, og mátti heimaliðið leggja rygg til eitt 4-0 tap. Silkeborg var nógv betra liðið, og Køge-spælararnir høvdu torført við at fóta sær í høgu leikferðini.

AAB er nýtt oddalið í Superliguni, eftir at teir vunnu 1-0 á heimavølli á AB. Nýfloygdi landsliðsleikarin hjá AAB, Michael Silberbauer, var sera eyðsýndur, og var við í tí mesta hjá heimaliðnum. Kortini var tað ikki Michael Silberbauer, ið skeyt málið hjá AAB, men bert 19 ára gamli Jakob Sørensen.

Christian Andersen og hansara menn í Farum fingu vitjan av Esbjerg leygardagin, og hóast heimaliðið var eina løtu frammanfyri 3-1 eina løtu, so vóru tað gestirnir úr Esbjerg sum vunnu 4-3. Hetta var fyrsti sigurin í hesum kappingarárinum hjá Esbjerg. Við ósigrinum eru uppflytarnir úr Farum næstniðastir í Superliguni.