Onkrar skiftingar hava verið í hópinum, og venjingardystir fylla alsamt meira í ætlanunum komandi vikurnar. Leygardagin royndi FC Amager seg ímóti Brønshøj. Hans Jørgensen, Erling Jacobsen og Páll Klettskarð royna seg allir í føroysku kappingini í løtuni, og teir vóru tískil ikki við í hópinum. Úrslitið gjørdist 4-4. Daniel Udsen, Mohammed Abdalas, Jacob Josephsen og Alhagie B. Nije stóðu fyri málunum hjá FC Amager.









