FC Suðuroy venjarin ikki við í Gøtu

Sigfríður Clementsen roknar sínar menn at vera favorittar, men ásannar at hvør dystur livir sítt lív

Tvey av liðunum, sum ikki hava vunnið higartil, hittast í Sarpugerði seinnapartin, tá ið Víkingur fær vitjan av FC Suðuroy.

Hjá FC Suðuroy er venjarin, Jón Pauli Olsen, ikki við í ferðalagnum hesaferð. Hann fór í gjár av landinum við kvinnulandsliðnum, sum næstu vikuna skal spæla í undankapping á Malta. Jón Pauli sær tað ikki, sum at liðið viknar av tí, at hann ikki verður við í Gøtu:

-Vit hava vant miðvíst til stóru avbjóðingina, og Bogi Mortensen er álitismaður á beinkinum.

Er mótið framvegis gott?

-Kappingin er ung, og vit rokna fult og fast við, at tað skal eydnast at røkka málinum, sum er at varðveita plássið í deildini. Higartil hevur tað verið nógv mótbrekka. Fyrst bíðaðu vit eftir loyvum, og síðani hava vit verið meint raktir av leikbannum. Veruleikin er, at vit eiga evnaríkar ungar spælarar, og at okkum manglar spælarar millum 20 og 30. Tað eru bara Palli Augustinussen og Jón Krosslá Poulsen, sum hava royndir í bestu deildini. Útlendsku spælararnir roynast væl. Vit eru umleið 25 til venjingar, og nú tá ið líkindini fara at batna, fer tað at vera hugaligari, sigur optimistiski FC Suðuroy venjarin.

Høgni Madsen er tøkur aftur eftir leikbann og Dánjal Godtfred eftir at hava verið burturi í arbeiðsørindum. Jón Krosslá Poulsen og Vallerian Iobashvili eru leikbannaðir. Jón Áki Jacobsen hevur trupulleikar við knænum, og Salmundur Bech hevur brotið fótin.

 

Víkingur hevur verið partur av fýra javnleikum. Sigfríður Clementsen, venjari, ásannar, at tað higartil ikki hevur verið, sum teir høvdu vónað:

-Vit kundu havt tólv stig, men marginalirnir hava ikki verið við. Átta mál eru farin ígjøgnum, og tað er ov nógv. Vit kunnu ikki peika á nógv persónlig mistøk, men vit ásanna, at tað hevur ikki verið sannførandi, hvørki í framrættaða partinum ella í verjupartinum. Í flestu førum eru tað vit, sum skulu mynda spælið. Soleiðis verður tað eisini seinnapartin, tá ið vit fáa vitjan av liði, sum hevur málmunin 3-15 og einki stig. Vit eru favorittar, og eg havi tað álit á spælarunum, at tað fara teir at liva upp til, hóast fyritreytirnar at venja ikki hava verið av teimum bestu síðani umfarið næstsíðsta vikuskifti, tí so nógvir spælarar hava verið burturi í landsliðsørindum, men hvør dystur livir sítt lív, og soleiðis verður tað eisini í dag, sigur Sigfríður Clementsen.

Tveir víkingar eru so mikið skaddir, at teir ikki eru førir fyri at spæla næstu vikurnar. Bárður J. Hansen er darvaður av skaða í mjødnini, og Hans Jørgen Djurhuus hevur brotið kjálkabeinið.