Venjarin hjá FC Suðuroy, Jón Pauli Olsen, bleiv burturvístur í dystinum móti KÍ farna sunnudag. Hann sleppur tí ikki at vera á bonkinum, tá FC Suðuroy tekur móti TB leygardagin.
- Eg var ónøgdur við eina hending móti endanum av dystinum, har eg metti at KÍ átti at fáa eitt reytt kort. Stutt seinni fáa teir so eitt gult kort, sum eg ikki haldi er gult kort og sigi tað við dómaran. Tað næsta eg veit, er at eg verið burturvístur, sigur Jón Pauli Olsen við in.fo.
Jón Pauli sigur víðari, at hann hevur fingið bann í ein dyst, sum fylgja av burturvísingini. Venjarin er tó vísur í, at liðið er í góðum hondum til dystin móti TB.
- Bjarni Johansen, Bogi Mortensen og Julian Joensen verða á bonkinum. Vit venja tað vit skulu fram til dystin, so tað verður ongin trupulleiki, sigur Jón Pauli Olsen.
FC Suðuroy hevur loyvini hjá Mamuka Toronjadze og Valerian Lobashvili upp á pláss til dystin móti TB. Sostatt hevur FC Suðuroy allar mans tøkar, meðan Albert Adu framvegis hevur leinkbann fyri TB.
Grannauppgerðin verður leygardagin klokkan 15.