FC Suðuroy boðar frá, at felagið hevur gjørt ikki færri enn 23 sáttmálar fyri komandi kappingarár. FC Suðuroy bleiv í fjør nummar tvey í 1.deild, og skal sostatt spæla í Effo-deildini komandi ár.
Les eisini: FC Suðuroy skal hava fýra útlendingar
FC Suðuroy eru ikki ókendir í bestu deildini, men teir hava havt trupult við at vinna sær fast pláss í deildini. Nú ger felagi so eina roynd afturat. Jón Pauli Olsen er settur sum venjari, og sáttmáli er gjørdur við ikki færri enn 23 spælarar.
Millum teirra eru Palli Augustinussen, Jón Krosslá Poulsen, Rani Johannessen, Búi Egilsson, Salmundur Bech, Dánjal Godtfred, Heri Kjærbo og John T. Poulsen.
FC Suðuroy skal eisini hava fýra útlendingar, sum helst skulu styrkja nógv um hópin. Sum skilst er arbeiði við at fáa sáttmálarnar upp á pláss í gongd.