FC Suðuroy lyklastig í Vágum

TB tapti fyri fyrstu ferð í ár ímóti Víkingi, ið heldur tørn aftur til KÍ og HB, sum kapprenna undan niðurflyting

FC Suðuroy og 07Vestur kappast um plássið aftanfyri TB og harvið um uppflytingarpláss. Í dag dystaðust hesi bæði liðini í Sandavági. Úrslitið var 1-1, og harvið er FC Suðuroy framvegis eitt stig undan vágaliðnum.

Torstein Mýlingstind legði stutt eftir steðgin heimaliðið framum. Hetta var níggjunda málið hjá honum í ár. Torstein plagdi at vera verjuspælari. Síðani hann fyrr í summar varð fluttur fram í álopið, hevur hann skorað mest sum hvørja ferð. Burtursæð frá í 19. umfari hevur hann í øllum dystunum síðani 16. umfar og fram til 22. umfar skorað í hvussu so er eitt mál. 18 ára gamli Búi Egilsson er toppskjútti hjá FC Suðuroy við níggju málum. Í dag javnaði hann tríggjar minuttir undan leikloki til 1-1. At FC Suðuroy megnaði at javna og harvið at vinna eitt stig kann fara at vísa seg at vera avgerandi í tvíkappingini um at flyta upp.

 

Fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum noyddist TB av vøllinum í dag við ongari úrtøku. Uppflytararnir og gullvinnararnir taptu fyri fyrstu ferð í 2014 landskappingini á heimavøllinum við Stórá. Mótstøðuliðið í 22. umfari var Víkingur, sum vann 1-0. Málið skoraði 18 ára gamli Magnus Jarnskor miðskeiðis í 2. hálvleiki. Sigurin ber við sær, at tað framvegis er eitt glopp frá Víkingi og aftur til KÍ og HB.

 

Hesi bæði liðini dríva á fyri at sleppa frá at vera undir strikuni. KÍ hevur verið í stórum vanda fyri at flyta niður. Mikukvøldið vunnu klaksvíkingar 2-0 á heimavølli ímóti EB/Streymi, og í dag vunnu teir 4-0 á útivølli ímóti AB. Eitt korter var farið, tá ið Jens Pauli Mohr setti hol á, og eftir lítlari løtu tíðliga í 2. hálvleiki øktu Jóannes Danielsen og Jósup Henriksen um leiðsluna. Hóast KÍ misti ein mann, tá ið tað restaði ein lítil hálvur tími, so svaraði AB ikki aftur, og í síðsta minutti staðfesti Bárður Hansen rimmar KÍ sigurin á Argjum.

 

HB er framvegis undir strikuni, hóast tað í dag endaði við 2-0 sigri í grannauppgerðini í Gundadali. HB hevur burtur úr seks teimum seinastu umførunum vunnið fjúrtan stig – fýra sigrar og tveir javnleikir. 16 ára gamli Adrian Justinussen skoraði fyrra málið, og tað seinna var sjálvmál. Adrian Justinussen var mikukvøldið fyri fyrstu ferð á næstbesta liðnum, og tá skoraði hann eisini.

 

Í kvøld tapti EB/Streymur 2-1 á heimavølli ímóti NSÍ, sum er leyst av botninum og ikki hevur so stóran møguleika at røkka heiðurskerjaplássi. Tíðliga í 2. hálvleiki løgdu 17 ára gamli Meinhard Olsen og 16 ára gamli Petur Knudsen NSÍ framum 2-0. Ólavur Ejdesgaard minkaði stutt undan leikloki um munin við brotssparki. Tapið ber við sær, at tað ikki sær so gott út hjá EB/Streymi, sum er fýra stig aftanfyri HB og seks stig frá plássinum omanfyri strikuna. Sigurin ber við sær, at NSÍ lyfti seg upp um B36, og at NSÍ harvið er á fjórða plássi.

 

EB/Streymur-NSÍ 1-2 (0-0)

0-1: Meinhard Olsen 54.

0-2: Petur Knudsen 60.

1-2: Ólavur Ejdesgaard br 88.

 

07Vestur-FC Suðuroy 1-1 (0-0)

1-0: Torstein Mýlingstind 50.

1-1: Búi Egilsson 87.

 

HB-B36 2-0 (1-0)

1-0: Adrian Justinussen

2-0: sjálvmál

 

AB-KÍ 0-4 (0-1)

0-1: Jens Martin Pauli Mohr 15.

0-2: Jóannes Danielsen 50.

0-3: Jósup Henriksen 54.

0-4: Bárður Hansen 90.

Reytt kort: Gunnar Christiansen, KÍ, 62. (beinleiðis reytt)

 

TB-Víkingur 0-1 (0-0)

0-1: Magnus Jarnskor 68.

 

Støðan

TB 59

FC Suðuroy 38

07Vestur 37

NSÍ 31

B36 31

AB 27

Víkingur 25

KÍ 22

HB 20

EB/Streymur 16

 

23. umfar

Fríggjadagin 22. august

B36-NSÍ

Leygardagin 23. august

Víkingur-07Vestur

EB/Streymur-AB

HB-FC Suðuroy

TB-KÍ