Undan dystinum var støðan tann, at bæði liðini framvegis ikki høvdu roynt at vinna. FC Suðuroy hevði tapt allar sínar fyrstu fimm dystir, meðan AB hevði spælt javnt í øllum sínum fimm dystum. Men FC Suðuroy megnaði at bróta neiliga stiman í dag.
Vindurin var nógvur á Eiðinum. FC Suðuroy hevði viðvind í fyrra hálvleiki, og hetta gagnnýttu teirra menn til fulnar. Longu aftaná eitt korter var 2-0 til FC Suðuroy. Málini skoraðu báðir georgisku útlendingarnir, Valerian Lobashvili og Mamuka Toronjadze. Aftaná hálvan tíma minkaði Jógvan Skeel Nolsøe tó um munin hjá AB. Tískil var hálvleiksstøðan 2-1 til FC Suðuroy.
Í seinna hálvleiki hevði AB viðvind og trýsti FC Suðuroy nógv. Suðuroyingarnir stóðu tó væl í verjupartinum og hóraði undan AB-trýstinum. Í yvirtíðini gjørdi Mamuka aftur bart. AB blakaði alt fólkið fram í einari roynd at javna, men FC Suðuroy fór í snarálop, og endin var tann, at Mamuka gjørdist púra leysur og avgjørdi dystin til 3-1. Sostatt bleiv Mamuka stóra hetjan á Eiðinum í Vági í dag.
Hóast sigurin er FC Suðuroy framvegis aftast á stigatalvuni. Tó er nú bara eitt stig til røttu síðuna av niðurflytingarstrikuni. AB varðveitir sítt 7. pláss, men hevur framvegis ikki vunnið ein dyst í ár.