FC Suðuroy hevur í dag við 5-3 sigri á útivølli ímóti EB/Streymi syrgt fyri, at tað er púra opið í kappingini um at sleppa undan niðurflyting. Um tvær vikur hittast AB og FC Suðuroy á Argjum. Bæði liðini hava nú 19 stig, og harvið verður uppgerðin millum hesi bæði liðini - AB og FC Suðuroy - alt avgerandi fyri, hvør skal flyta niður saman við EB/Streymi.
FC Suðuroy vísti framúr hugburð. EB/Streymur var tríggjar ferðir á odda, og tríggjar ferðir javnaði FC Suðuroy, áðrenn tað eydnaðist suðuroyingunum at skora bæði til 4-3 og 5-3.
Stóri maðurin hjá FC Suðuroy í dag var Høgni Madsen, sum skoraði trý mál.
Við Stórá var ÍF frammanfyri 1-0, inntil tað bara restaði ein lítil løta. Tá javnaði Patrik Johannesen fyri TB. Adeshina Lawal legði við brotssparki dygst undan steðginum ÍF framum.
TB-ÍF 1-1 (0-1)
0-1: Adeshina Lawal br
1-1: Patrik Johannesen
EB/Streymur-FC Suðuroy 3-5 (2-2)
1-0: Brian Olsen
1-1: Høgni Madsen
2-1: Jan á Høgaryggi
2-2: Salmundur Bech
3-2: Ragnar Danielsen
3-3: Høgni Madsen
3-4: Mamuka
3-5: Høgni Madsen
Støðan eftir 23 umfør
B36 54
NSÍ 46
Víkingur 44
HB 36
KÍ 34
ÍF 25
TB 24
AB 19
FC Suðuroy 19
EB/Streymur 7
24. umfar
Sunnudagin 13. september
AB-FC Suðuroy
B36-TB
EB/Streymur-Víkingur
NSÍ-HB
ÍF-KÍ
---
LIÐUGT
1-1
90) 1-1
TB tevjar blóð, og heimamenninir pressa fyri at vinna sigursmálið, meðan ÍF stríðist fyri at verja - ikki serliga væl skipað spæl.
88) 1-1
1-1: Patrik Johannesen
Eftir TB skot og blokering av skoti frá Carl Mikkjal Bech setir Patrik Johannesen bóltin í ÍF málið, alt meðan aðrir TB spælarar vilja hava dómaran at bríksla fyri brotssparki.
86) 0-1
TB spennir álopsbogan heilt nógv, og ÍF er vandamikið í mótálopum.
83) 0-1
Ivan Stojkovic drálar, og tað er um reppið, at Andy Olsen fær bóltin í TB málið.
82) 0-1
Jákup Thomassen verður settur inn á vøllin í staðin fyri Teitur Justinussen.
80) 0-1
So var tætt við, at ÍF økti um leiðsluna, men Dánjal á Lakjuni fekk akkurát ikki bóltin í málið eftir innlegg frá Andy Olsen.
77) 0-1
Andrias Poulsen er komin inn á ÍF miðvøllin í staðin fyri Kristoffur Jakobsen.
75) 0-1
Rógvi Joensen hjá TB sær gult fyri fríspark
74) 0-1
So hevði ÍF bóltin í TB málinum, men dómarin kolldømdi fyri rangstøðu.
72) 0-1
Gongdin er tann sama, og støðan er tann sama. Nýggi ÍF miðverjin John Daniel Guðjónsson og Poul N. Mikkelsen eru stinnir við høvdinum.
64) 0-1
Carl Mikkjal Bech avloysir Ragnar Joensen hjá TB.
61) 0-1
TB hevur hug at spenna álopsbogan, meðan ÍF verjir og lúrir eftir møguleikanum at fara í skjótt mótálop.
57) 0-1
Clayton Soares verður skiftur inn í ÍF álopið í staðin fyri Adeshina Lawal, sum fer skaddur av vøllinum.
53) 0-1
ÍF ætlar ikki at grava seg niður. Fuglfirðingar órógva TB verjuna í uppspælinum.
50) 0-1
Patrik Johannesen púra leysur eftir fína fríspæling frá Rógva Joensen, men enn einaferð vann Predrag Stojkovic tvídystin við mótstøðumannin, sum var púra blankur.
46) 0-1
Ongar aðrar skiftingar eru gjørdar enn tann hjá ÍF, tá ið Dánjal á Lakjuni avloysti Boga Reinert Petersen. Fleiri av teimum á beinkinum hitaðu upp í steðginum, og teir hita framvegis upp.
HÁLVLEIKUR
0-1
45) 0-1
42) 0-1
0-1: Adeshina Lawal br
Adeshina Lawal var í nærdysti við Teit Olsen, tá ið tað endaði við brotssparki, og Lawal umsetti sjálvur úr ellivu metrum og til mál.
40) 0-0
Brotsspark til ÍF, tá ið Teitur Olsen spælir bóltin við hondini.
36) 0-0
TB drívur á, og nú var aftur tætt við. Eftir at Albert Adu hevði sneitt seg framvið fleiri, spældi hann út frá, Patrik Johannesen smekkaði til, men Jan Ó. Ellingsgaard í ÍF verjuni blokeraði.
31) 0-0
TB hevur yvirtikið meiri av spælinum, og tað gongur nú meiri fyri seg á ÍF hálvuni.
28) 0-0
Albert Adu hevur misnýtt risa møguleika, tá ið hann varð einsamallur við Predrag Markovic, sum vann tvídystin teirra millum.
26) 0-0
So var um reppið, at TB legði seg framum, men Predrag Markovic bjargaði eftir stútara frá Teiti Justinussen.
24) 0-0
ÍF hevur betri tak á spælinum nú, og fuglfirðingarnir eru nú álopshugaðir.
22) 0-0
Eftir útskiftingina hevur ÍF umskipað, so Nenad Saric nú er verjukendur miðvallari, meðan Dánjal á Lakjuni er í framrættaða sentrala miðvallarplássinum.
18) 0-0
Tað gongur javnt á. TB hevur havt ein stóran møguleika, men fyri tað mesta er talan um skjót mótálop, sum einki higartil er komið burturúr.
15) 0-0
ÍF hevur longu skift út. Miðvallarin Bogi Reinert Petersen er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Dánjal á Lakjuni, sum hevur verið burturstaddur og tískil ikki hevur verið á besta liðnum síðani summarsteðgin.
11) 0-0
Tað er sera lívligt við Stórá. Eftir skjótt álop var tað Albert Adu, sum sendi bóltin á samankomingina, og sekundir seinni tiltuskaði ÍF sær horna.
7) 0-0
Líkindini eru av teimum fagrastu við Stórá, har tað er turt og stilt og lýtt.
TB-ÍF kl. 15.00
Dómari: Lars Múller
TB: Ivan Stojkovic - Ragnar Joensen, Teitur Olsen, Eirikur M. Ellendersen, Andri Freyr Bjørnsson - Rógvi Joensen, Martin Tausen - Teitur Justinussen, Jonas Gejel Hansen, Patrik Johannesen - Albert Adu
ÍF: Predrag Markovic - Leivur Joensen, John-Daniel Guðjónsson, Jan Ó. Ellingsgaard - Bogi Reinert Petersen, Frank Poulsen - Andy Olsen, Nenad Saric, Kristoffur Jakobsen - Adeshina Lawal
--------
LIÐUGT
3-5
90) 3-5
3-5: Høgni Madsen
Við beinleiðis frísparki av brotsteigarmarkinum økir Høgni Madsen til 5-3, og harvið skoraði hann sítt triðja mál ídag.
86) 3-4
3-4: Mamuka
FC Suðuroy berjist fyri lívinum, og nú hevur Mamuka skorað til 4-3. Tað gjørdi hann við høvdinum eftir at horna var lagt innfyri.
75) 3-3
3-3: Høgni Madsen
FC Suðuroy vil ikki geva skarvin yvir. Fyri triðju ferð í dag hava gestirnir javnað. Høgni Madsen sendi hornaspark beinleiðis í málið.
65) 3-2
3-2: Ragnar Danielsen
Eftir at Kári Jacobsen í FC Suðuroy málinum hevði hálvbjargað, var Ragnar Danielsen fyrstur á returbóltinum, sum hann smekkaði í bóltin.
60) 2-2
Hóast FC Suðuroy hevur lotið undan, so er tað EB/Streymur,sum hevur verið væl bragdligari fyrsta korterið eftir steðgin. Hóast fleiri málmøguleikar, so hevur tað ikki eydnast heimaliðnum at leggja seg framum aftur.
HÁLVLEIKUR
2-2
45) 2-2
36) 2-2
2-2: Salmundur Bech
Eftir fríspark og hálvbjarging var tað verjukendi miðvallarin Salmundur Bech, sum setti bóltin í netið og javnaði til 2-2.
26) 2-1
2-1: Jan á Høgaryggi
Heimaliðið hevur lagt seg framum aftur. Ein av nýggju spælarunum hjá EB/Streymi, Jan á Høgaryggi, skoraði. Lítla løtu seinni var um reppið, at FC Suðuroy svaraði aftur!
12) 1-1
1-1: Høgni Madsen
FC Suðuroy hevur longu svarað aftur. Eftir gott álop var tað Høgni Madsen, sum setti bóltin í málið aftanfyri Símun Jóhan Wolles, sum í dag verjir heimamálið.
8) 1-0
1-0: Brian Olsen
Heimaliðið við Margáir hevur lagt sannførandi fyri. Liðformaðurin Brian Olsen hevur skorað, og í einum øðrum føri var bólturin á stólpanum aftanfyri Kára Jacobsen.
EB/Streymur-FC Suðuroy kl. 15.00
Dómari: Alex Troleis
EB/Streymur: Símun Jóhan Wolles – Árni G. Nielsen, Andras Olsen, Rógvi Egilstoft Nielsen, Ragnar Danielsen – Hanus Olsen, Rói Olsen – Brian Olsen, Niels Pauli Danielsen, Jan á Høgaryggi – Leif Niclasen
FC Suðuroy: Kári Jacobsen – Dánial Godtfred, Vallerian Lobashvili, Heri Kjærbo, Búi Egilsson – Salmundur Bech, Høgni Madsen – Palli Augustinussen, Jón Krosslá Poulsen, Símun Samuelsen – Mamuka Toronjadze