Í Fuglafirði er rómur. Fýrverk er at síggja í góðveðrinum, og í B36 leguni fegnast tey um 3-1 sigurin og harvið FM heitið við 61 stigum.
Á Argjum er lagið gott. NSÍ hevur við 1-0 sigri vunnið silvurkrónurnar í landskappingini. Fyrr í summar vann NSÍ silvur í steypakappingini. Lagið í AB leguni er gott. Hóast tepra tapið, so eydnaðist tað AB at varðveita plássið í bestu deildini.
Í Gundadali er bæði fagnaður og vónbrot. Við 2-0 sigri á FC Suðuroy hevur HB tryggjað sær rætt at luttaka í europeisku kappingini næsta summar. HB sigurin ber við sær, at FC Suðuroy eftir eitt ár í bestu deildini flytur niður aftur í 1. deild.
Í Klaksvík syrgdi KÍ við 6-1 sigri á niðurflutta EB/Streymi fyri, at klaksvíkingar vóru klárir at taka av, um HB snávaði í Gundadali, men tað endaði við fimta plássinum, og harvið ikki við altjóða luttøkuni, ið klaksvíkingar vónaðu at vinna.
Víkingur vann 2-0 í Trongisvági. Harvið vinna steypavinnararnir í Víkingi bronsu í landskappingini.