FC Suðuroy er enn á lívi

Eftir 26. umfar er niðurflytingarstríðið og stríðið um fjórða plássið framvegis óavgjørt

FC Suðuroy er ikki flutt niður enn.

 

Hetta er greitt eftir, at FC Suðuroy á heimavølli vann heili 5-2 ímóti ÍF. Samstundis sum, at dysturin í Gundadali ímillum B36 og AB endaði við javnleiki 2-2, so merkir tað, at niðurflytingarstríðið framvegis ikki er avgjørt. AB er nú tvey stig frammanfyri FC Suðuroy, og tí fara suðuroyingarnir í Gundadal komandi leygardag við vissuni um, at um teir vinna hendan dystin, sum er ímóti HB, so hava teir gjørt sítt fyri at varðveita sæti í bestu deildini. Hetta krevur tó, at AB tapir á heimavølli ímóti NSÍ. AB hevur nógv betri málúrtøku enn FC Suðuroy, og tí er ein javnleikur nóg mikið fyri AB í síðsta leikumfari.

 

Tað er eiheldur greitt, um tað verður HB ella KÍ, sum endar á fjórða plássi og harvið sleppur at trína inn á evropeiska fótbóltspallin í komandi kappingarári. Bæði hesi liðini taptu í dag. Í Gøtu vann Víkingur 3-2 sigur, ið tyktist at vera rímiliga tryggur. Og í Runavík vundu runavíkingar burturúr klaksvíkingum við at vinna heili 4-1. Serliga var tað Pól Johannus Justinussen, sum var væl upplagdur. Hann skoraði heili trý mál.

 

Síðsti dysturin hetta umfarið varð leiktur í Streymnesi, har Effofótbóltur á seinasta sinni varð spældur við Margáir á hesum sinni. EB/Streymur tók ímóti TB, og hesin dysturin endaði 2-2. TB kom annars framum 0-2 miðskeiðis í fyrra hálvleiki, men longu áðrenn hálvleikssteðgin var støðan 2-2. Hetta gjørdist eisini endaliga úrslitið í Streymnesi.

 

Dystarhagtølini og stigatalvan í deildini sæst niðanfyri.

 

FC Suðuroy-ÍF

0-1: Leivur Joensen

0-2: Adeshina Lawal

1-2: Mamuka Toronjadze

2-2: Vallerian Ilobashvili

3-2: Jón Krosslá Poulsen 

4-2: Jón Krosslá Poulsen (brotsspark)

5-2: Jón Krosslá Poulsen

 

B36-AB

1-0: Philip Lund (brotsspark)

1-1: Álvur Christiansen

2-1: Benjamin Heinesen

2-2: Magnus Egilsson

 

NSÍ-KÍ

1-0: Pól Jóhannus Justinussen

1-1: Hjalgrím Elttør

2-1: Pól Jóhannus Justinussen

3-1: Pól Jóhannus Justinussen

4-1: Jann Martin Mortensen

 

Víkingur-HB

1-0: Páll Mohr Joensen 

2-0: Heðin Hansen

2-1: Poul Ingason 

3-1: Sølvi Vatnhamar 

3-2: Bartal Wardum

 

EB/Streymur-TB

0-1: Eirikur Magnussarson

0-2: Jonas Gejel Hansen

1-2: Andras Olsen

2-2: Rógvi Egilstoft Nielsen

 

 

Stigatalvan í deildini er hendan:

 

1. B36 58 stig

2. NSÍ 51 stig

3. Víkingur 50 stig

4. HB 40 stig

5. KÍ 38 stig

6. ÍF 27 stig

7. TB 26 stig

8. AB 24 stig

9. FC Suðuroy 22 stig

10. EB/Streymur 11 stig