TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við Jón Paula Olsen, venjara hjá FC Suðuroy, sum var tikin upp fimm minuttir aftaná FC Suðuroy á heimavølli hevði tapt 1-3 ímóti B36.
Jón Pauli er sera harmur um, at dómarin ikki dømdi fríspark til FC Suðuroy, tá støðan var 1-2 til B36. Løtuna aftaná hesa støðuna økti B36 til 1-3.
Jón Pauli er ikki nøgdur við avrikið hjá sínum monnum í fyrra hálvleiki, har B36 tíðliga í dystinum fekk eina 2-0 leiðslu. Avrikið í seinna hálvleiki var munandi betur hjá FC Suðuroy.