Sunnudagin klokkan 17.00: B36-FC Suðuroy
Dómari: Valgeir Valgeirsson
Talan er av álvara um eitt slag ímillum Havnina og suðuroynna í dag, tí at klokkan 17 er tað aftur eitt havnalið og eitt lið úr sunnastu oynni, ið spæla ímóti hvørjum øðrum. B36 tekur ímóti FC Suðuroy, og felags fyri hesi liðini er, at tey bæði eisini spældu í Gundadali á Ólavsøku og fingu góð úrslit. Tískil eru tað eisini tvey lið, sum bæði eru ósigrað á nýggja graslíkinum í Gundadali, sum bresta saman.
Ólavsøkan gekk upp á stás hjá B36. Árstalsfelagið staðfesti við sjeytummaseymi, at teir ætla at endurvinna FM-heitið, tá ið ÍF bleiv bukað heili 4-0. Harafturat skoraði nýggi áleyparin hjá teimum hvítu, Philip Lund, heili tvey mál í sínum fyrsta dysti fyri felagið. Ímóti FC Suðuroy er ein sigur eitt treytaleyst krav, so at liðið kann varðveita oddasessin og taka enn eitt fet ímóti FM-heitinum.
FC Suðuroy hava alla orsøk at hava dirvi og sjálvsálit, tá ið teir fyri aðru ferð upp á fimm dagar trína inn í Gundadal. Leikliga og úrslitarliga avrikið í ólavsøkudystinum ímóti HB, sum endaði 0-0, var sera gott, og um væl hevði virðað, so kundu suðuroyingarnir eisini verið farnir avstað við øllum trimum stigunum, tá ið brenda brotssparkið hjá Jón Krosslá Poulsen verður havt í huganum. Eitt stig kom tó eisini væl við skilt á tann hátt, at stigafrástøðan til AB varð økt til seks stig.
Hóast tað gekst FC Suðuroy væl í Gundadali mikudagin, so má B36 kortini metast at vera greiður favorittur í dystinum. Men avrikið hjá FC Suðuroy ímóti HB er eisini ein ávaring til B36 um, at dugur er í teimum bláu úr suðuroynni.
Tað verður íslendski gestadómarin, Valgeir Valgeirsson, ið dømir dystin.