FC Suðuroy fer at stroyma allar heimadystirnar hjá 2. deild í fótbólt í ár og hevur í hesum sambandi eisini stovnað egna sjónvarpsrás: FC Suðuroy TV.
Sjónvarpsrásin er at finna á Youtube við heitinum FC Suðuroy TV – og umvegis youtube-rásina verður stroymt frá heimadystunum hjá FC Suðuroy.
Fyrsti heimadystur er ímóti Skála í dag nú klokkan 13.00.