FC Suðuroy hevur vunnið seg í fjórðingsfinaluna í kappingini um Lgmanssteypið í kvøld. Tað gjørdu teir við at vinna útsetta dystin ímóti Skála heili 6-1.Støðan í hálvleikinum var 3-0 til FC Suðuroy. Skála minkaði um munin til 5-1.
Málini hjá FC Suðuroy skoraðu Mamuka, Obi Charles, Palli Augustinusen, Jón Krosslá Poulsen, John Tordar Poulsen og Artur Tausen. Tað hevur ikki eydnast okkum at fingið upplýst hvør skoraði málið hjá Skála.
Tað verður sagt úr Suðri, at fótbóltslíkindini vóru einki serlig. Tað var nógvur vindur og kalt.
FC Suðuroy tekur í fjórðingsfinaluni ímóti EB/Streymi suðri í Vági sunnudagin.










