FC Suðuroy vann botndystin

FC Suðuroy hevur vunnið sera týdningarmikla heimadystin á Jóansøku, og hava teir nú bert trý stig upp til bjarging.

 

Øll málini í dystinum komu í fyrra hálvleiki. Jón Krosslá Poulsen hjá FC Suðuroy iðraði seg um teir brendu málmøguleikarnar, men hann var vegna liðið ovurfegin um sigurin, og at FC Suðuroy nú aftur livir í vodafonedeildini. Við Portalin segði hann, at FC Suðuroy fer at styrkja seg, og eftir tí sum skilst, so kemur kanska onkur spælari úr AB til FC Suðuroy at spæla í seinni hálvu.

 

FC Suðuroy-B71 2-1 (2-1)

 

0-1 Mads Hentze (11.)

1-1 Sjálvmál (20.)

2-1 Obi Charles

 

Støðan

 

1 NSÍ 13 28

2 HB 13 25

3 ÍF 13 24

4 EB/Str 13 22

5 B36 13 18

6 Víkingur 14 18

7 B68 14 15

8 B71 13 13

----------------------------

9 FC Suðuroy 14 10

10 AB 13 8