FC Suðuroy týdning fyri økið

Hóast teir ídnu fótbóltsleikararnir í FC Suðuroy máttu ta tungu leið niður í 1. deild komandi kappingarár, er líkt til at fólk vilja stuðla felagnum.

Uppihald teirra í Vodafone-deildini vardi ikki leingi, men endamál teirra er sjálvandi at koma aftur í bestu fótbóltsdeildina sum skjótast.

Onkur lyklaleikari er farin í annað felag, verður arbeitt av øllum alvi at lyfta felagið upp aftur til fótbóltstindarnar. Men til hetta krevst sjálvandi peningur.

Leiðslan í felagnum hevur tí sent út umsóknir um stuðul til kommunurnar í økinum, og longu nú kann staðfestast, at fleiri teirra ynskja at stuðla felagnum í ár.

Ein teirra er Porkeris kommuna, sum á fundi mánakvøldið avgjørdi at stuðla FC Suðuroy við 10.000 krónum til raksturin í ár.

Hóskvøldið var fundur í bygdaráðnum í Sumba, og har varð eitt av málunum at taka støðu til innkomnar umsóknir. Ein teirra var frá FC Suðuroy og varð samtykt, at stuðla fótbóltsfelagnum í økinum. Upplýst verður tó ikki við hvørjari upphædd.