Uppflytararnir úr FC Suðuroy brynja seg til tilveruna í bestu deildini. Teir hava seinastu dagarnar skrivað undir sáttmála við tveir nýggjar leikarar.
Talan er um 25 ára gamla miðvallaran Miroslaw Ryszkiewicz (myndin), sum er úr Estlandi og hevur sjey dystir fyri U21-landsliðið á baki, umframt 27 ára gamla slovenan, Sasa Kolman, sum er verjuleikari.
Hesum boðar heimasíðan hjá felagnum frá. Fyri stuttum skrivaði FC Suðuroy undir sáttmála við Jón Krosslá Poulsen, sum vendir heimaftur til felagið eftir eitt ár í HB.