FC Suðuroy í 1. deild er á veg norður í Sarpugerði at spæla fjórðingsfinalu í steypakappingini. Vertirnir í Víkingi vunnu steypakappingina í fjør. Finalusigurin eftir dramatisku finaluna ímóti EB/Streymi, sum víkingarnir vunnu eftir longda leiktíð og brotssparkskapping, bar rættin at spæla altjóða fótbólt seinni í summar við sær.
Í landskappingini hevur tað ikki gingið so væl seinastu vikurnar hjá Víkingi, sum sunnudagin tapti 1-0 á útivølli ímóti TB. Steypakappingin er gylt høvi longu nú at tryggja sær rætt at taka lut í altjóða fótbólt næsta summar, og takið hjá Jógvani Martin Olsen, venjara, er at minna sínar spælarar á, at avbjóðingin í dag skal takast í stórum álvara, hóast talan er um lið í næstbestu deildini.
Jon Johannesen, FC Suðuroy venjarin, arbeiðir við at menna nýtt lið, sum er mannað við fleiri blaðungum spælarum og so nøkrum veteranum. Hann skal sannføra sínar menn um, at teir hava møguleikan í dag, hóast mótstøðan kann tykjast stór, og hóast teir eru á útivølli. FC Suðuroy hevur einki at tapa, men alt at vinna, og tað er áður komið fyri, at lið í lægri deild hevur snýtt lið í hægri deild í steypakappingini.