Uppflytararnir í FC Suðuroy hava í dag í fyrsta umfari í Vodafonedeildini púra óvæntað megnað 4-4 í Gundadali ímóti meistarunum í HB.
FC Suðuroy var fýra ferðir á odda, og HB skoraði ikki útjavnandi málið fyrrenn meiri enn seks minuttir vóru farnir út um vanligu leiktíðina.
- Eg eri ógvuliga vónbrotin, hóast vit undan dystarbyrjan høvdu verið sera fegnir fyri eitt stig í Gundadali, segði liðformaðurin hjá FC Suðuroy, Palli Augustinussen, við Rás2.
HB er fokið úr steypakappingini og í dag hevur HB ikki megnað meiri enn javnleik á heimavølli ímóti uppflytarunum.
- Vit vita, at tað eigur at vera meiri í okkum enn tað, sum vit vístu í dag, segði nýggi HB spælarin, Símun Samuelsen, sum áður hevur spælt við vágbingum.
Millum mest eyðsýndu í Gundadali í dag var nýggi álopsspælarin hjá FC Suðuroy, Obi Charles.
HB-FC Suðuroy 4-4 (1-1)
Dómari: Dagfinn Olsen
0-1: Obi Charles 25.
1-1: Kári Nielsen 27.
1-2: Palli Augustinussen 69.
2-2: Andrew av Fløtum 73.
2-3: Teitur Tausen 75.
3-3: Rógvi Poulsen 78.
3-4: Jón Krosslá Poulsen br 88.
4-4: Tórður Hreiðarsson 96.