FC Suðuroy livir enn

Víkingur vann fyrru hálvfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið ímóti FC Suðuroy í dag, men ein tepur 1-0-sigur ber við sær, at FC Suðuroy framvegis hevur góðan møguleika at gera ein vørr í seinnu hálvfinaluni.

 

Einasta málið í dystinum kom longu í 12. minutti, tá ið Evrard Blé, sum er ógvuliga væl spælandi í løtuni, umsetti eitt brotsspark til mál.

 

Víkingur sat fullkomiliga á spælinum í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki dovnaðu teir burtur og gav tað FC Suðuroy nakrar málmøguleikar at javna.

 

Fleiri mál komu tó ikki í dystinum, og livir FC Suðuroy tískil framvegis í vónini um at røkka steypafinaluni. Teir hava heimavøll í seinnu hálvfinaluni, sum verður spæld 23. mei.

 

Víkingur - FC Suðuroy 1-0 (1-0)

1-0: Evrard Blé, 12. (br.)