FC Suðuroy javnaði í síðstu løtu

Saman við sigrunum hjá dreingjunum á Royndini Fríðu og 10-mannafarinum Suðuroyingi hava suðuroyingarnir umborð á Smyrli kærkomnan javnleik hjá FC Suðuroy. Vanliga leiktíðin var væl og virðiliga farin, tá ið Jón Krosslá Poulsen í Gundadali javnaði til 2-2 ímóti HB. Jón K. Poulsen er komin aftur á liðið hjá FC Suðuroy, og at hann ger mun sást væl í dag, tí hann skoraði bæði málini ímóti HB, sum framvegis er topplið.

 

EB/Streymur gjørdi ein orduligan vørr. 4-0 heimasigurin á heimavølli ímóti TB bar við sær, at tað er stór kapping um at sleppa undan plássunum niðanfyri strikuna. B71 megnaði kkki at vinna úrtøku á heimavølli. Víkingarnir fóru norður aftur við 3-0 sigri.

 

KÍ vann norðoyastevnudystin ímóti B36 2-1. Síðstu lítlu løtuna var tað rættuliga spennandi, efti at KÍ hevði gjørt sjálvmál,og munurin harvið minkaði til 2-1.

 

Í gjákvøldið endaði tað 1-1, tá ið Skála vitjaði B68 á Svangaskarði.

 

13. umfar

KÍ-B36 2-1 (1-0)

1-0: Jákup Pauli Ziskason

2-0: Bárður Hansen

2-1: sjálvmál

 

EB/Streymur-TB 4-0 (1-0)

1-0: Teitur K. Johansen 14.

2-0: Teitur K. Johansen 65.

3-0: Teitur K. Johansen 74.

4-0: Hans Ejdesgaard 90.+2.

 

HB-FC Suðuroy 2-2 (1-0)

1-0: Tróndur Jensen 20.

1-1: Jón K. Poulsen 71.

2-1: Jákup Slættalíð 79.

2-2: Jón K. Poulsen 90.+2.

 

B71-Víkingur 0-3 (0-2)

0-1: Magnus Jarnskor 5.

0-2: Magnus Jarnskor 19.

0-3: Joseph Bassene 53.

Reytt kort: Áslakkur Kjærbo, B71, 70. (2 gul)

 

Í gjár

B68-Skála 1-1 (0-0)

1-0: Kristian Anton Andreassen 73.

1-1: Jógvan Berg 87.

Reytt kort: Brian Jacobsen, Skála, 63. (beinleiðis reytt)

 

Støðan eftir 13 umfør

HB 27 stig

B68 26 stig

Skála 20 stig

FC Suðuroy 20 stig

Víkingur 19 stig

KÍ 19 stig

B36 18 stig

TB 13 stig

B71 11 stig

EB/Streymur 11 stig