FC Suðuroy hóraði undan

Hóast heimaliðið var undirmannað í 40 minuttir, so eydnaðist tað at vinna á Víkingi

Tað leikaði hart á hjá heimaliðnum, men kortini eydnaðist tað FC Suðuroy at vinna øll stigini, tá ið næstbesta liðið hjá Víkingi tíðliga seinnapartin vitjaði á Vágseiði.

 

Fimm minuttir eftir steðgin sá Ari Krosslá Poulsen gult fyri aðru ferð, og harvið varð FC Suðuroy undirmannað. Tá hevði heimaliðið nógva vindin undan, og tað hjálpti ivaleyst til.

 

Bara tríggir minuttir eftir útvísingina var tað liðformaðurin Heri E. Kjærbo, sum setti hol á fyri heimaliðið, tá hann við hornasparki sendi bóltin beinleiðis í málið, og bara fim minttir seinni var Heri E. Kjærbo aftur upp á spæl, og so var 2-0.

Heimaleiðslan helt sær, inntil vanliga leiktíðin var um at vera farin. Tá var tað Sveinur Justinussen, sum minkaði um munin og skoraði fyrsta Víkinga málið í ár.

Eftir fýra umfør hevur FC Suðuroy vunnið tríggjar ferðir og einaferð spælt javnt.

Víkingur bíðar framvegis eftir fyrsta stiginum. Málmunurin er 1-12.